Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónistar sum søluvøra

SKRIVAÐ: Beate L. Samuelsen, forkvinna  |  24.02.2026 - 21:19 Politikkur Tíðindaskriv

Í eina tíð hava vit kent okkum sum trælahandisvøra, ið hevur verið til sølu til frama fyri heimsins longsta undirsjóvartunnil

Sum pensjónistar eru vit mong, sum hava kent okkum sum eina søluvøra í einum týdningarmiklum máli í sambandi við ein komandi Suðuroyartunli.

Vit hava verið brúkt sum kastibløka í einum politiskum býtishandli, har ein av trimum samgonguflokkum fyrst og fremst hevur kravt eina hækkan av pensjónsaldrinum fyri afturfyri at taka undir við einum Suðuroyartunli.

Málini hava frá byrjan av verið tvinnað saman sum siamesiskir  tvíburar – og eru tað enn, líka mikið hvussu samgongan manar hetta í jørðima.

Okkum er skotið í skógvarnar, at vit sum pensjónistar hava  ábyrgdina av, at landsins haldføri er so vánaligt, sum tað er.

 

Syndabukkar

Vit eru ættarliðið, ið skýrt er landsins syndabukkur.

Fyri at betra um haldførið landsins, skal pensjónsaldurin hækkast til 69 ár. Tað er og hevur alla tíðina verið aðalmálið hjá einum av samgonguflokkunum, Framsókn.

Ferð eftir ferð at skíra pensjónistar sum haldførissyndarar er órættvíst. Tað er okkum at takka, at løgtingsfólk eru vaksin upp í einum vælferðarsamfelagi.

Nú skulu vit eldru revsast, tí vit liva ov leingi, kosta ov nógv í ”viðlíkahaldi”, upptaka sjúkrahússengurnar, samstundis sum yngra ættarliðið ikki megnar uppgávuna at taka sær av okkum, tí tey eru ov fá, o.s.fr.

 

Løgtingslimir eitt friðað fólkaslag

Sum pensjónistar eru vit stemplað sum ættarliðið, ið hevur skuldina av øllum, sum dagsins samfelag ikki megnar.

Vit heita enn eina ferð á landsins poltikarar um at lata pensjónistarnar í Føroyum hava frið.

So løgið tað ljóðar, eru løgtingslimir friðaðir í klassa A og koma ikki undir eina møguliga komandi lóg um 69 ára pensjónsaldur, um so er, hon verður samtykt við 3. viðgerð í morgin, mikudagin 25. febr. 2026.

Friðingina í klassa A hava teir sjálvir avgjørt.

Lógin er nevniliga ikki galdandi fyri alt Føroya fólk, tí ”denne lov gælder ikke for lagtingsmedlemmer”.

Skil tað, hvør ið skilja vil. Vit skilja tað ikki.

 

Vent í holuni

Tað næsta verður kanska, at pensjónistar ongan atkvøðurætt skulu hava til løgtingsval, tí vit eru eitt haft um beinini á løgtingslimum.

At gera seg inn á pensjónistar við eini hækkan av pensjónsaldrinum í býti fyri ein komandi Suðuroyartunnil hoyrir ongastaðni heima í 2026.

Nú er knappliga vent í holuni. Í øllum løgtingshurlivasanum seinastu dagarnar, hevur formansskapur løgtingsins í dag boðað frá, at fyrra málið til viðgerðar í Tinginum í morgin verður Suðuroyartunnilin. Síðani kemur pensjónsmálið. Og ikki umvent, sum annars hevur verið galdandi.

At enda kann nevnast, at ikki eitt einasta fakfelag ella Landsfelag Pensjónista hava tikið undir við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.

Latið okkum varðveita verandi skipan og latið okkum sjálvi gera av, hvussu leingi hvør einstakur okkara orkar ella hevur hug at arbeiða.

Tað er framvegis eitt av okkara stóru ynskjum.

 

24. februar 2026

Beate L. Samuelsen, forkvinna

Landsfelag Pensjónista

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Nord Vista - nýggjasta skipi í flotanum
Pensjónistar sum søluvøra
Áheitan á tinglimir
KÍ umhugsar styrk
Prima Facie í Miðhøllini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…