Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Ókendur. Myndin funnin á wikipedia

Veðrið í Tjørnuvík

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  24.02.2026 - 07:22 Tíðindi Veðrið

Á Veðurstovu Føroya verður ferðast runt landið at savna inn vitan um staðveðrið. Tey hava eisini verið í Tjørnuvík.

Tjørnuvík er norðasta bygdin á Streymoynni.

Bygdin er innast í einari vík, sum vendir í landnyrðing norðan. Kring bygdina eru høg fjøll, sum verja ímóti flestu ættunum, tá ið vindurin ikki er so nógvur, men ger ójavnan vind og keðiligt veður, tá ið tað er nakað av vindi.

Tey hava ikki sólina líka leingi sum nógvar aðrar bygdir, men tað er sum í einari grýtu, tá ið hann liggur við góðveðri.

Norðureysturoy og Norðoyggjar verja, tá ið ættin er úr landnyrðingi niður í landsynning. Liggur hann av landsynningi suðuri, fer lotið eftir allari oynni norðureftir, og tað er tí besta ættin í bygdini til vind, avfall mjørka og brim.

Ættirnar vestan fyri sunnan eru tær flestu góðar til vind, men ikki útnyrðingur vestan. Tá verður vindurin trýstur upp um høg fjøll og kemur harðligur omanav. Tað er tann ringasta ættin

Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Tjørnuvík, setti vit okkum í samband við Asbjørn Djurhuus. Hann er ættaður av Selatrað, men hevur búð í Tjørnuvík í meiri enn 50 ár. Hann beyð mær norður at vitja seg og konuna, Hervør, at tosa um veðrið. Tey høvdu eisini boðið Steinbjørn Magnussen við til samrøðuna. 

Asbjørn og Steinbjørn vóru sjómenn, tá ið teir vóru í góðum árum. Nú eru nøkur ár síðan, teir løgdust upp á land. Øll trý hava tikið lut í øllum bygdalívi – fingið mettuna úr bø og haga, bakka og sjógvi. At duga at skyna á veður hevur havt stóran týdning hjá teimum, og í langa lívi teirra hava tey lagt til merkis, hvussu veðrið hevur verið á øllum ættum, á sumri sum á vetri.

Lesi meiri um veðrið í Tjørnuvík á heimasíðuni hjá Veðurstovuni www.vedur.fo við at fara undir menuina, sum er ovast til høgru. Nakað niðri finna tit Vitan og undir har er Staðveður – og trýsta tit á Tjørnuvík sæst øll samrøðan. Skjalið kann takast niður í pdf.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…