Lýsing
Lýsing
Lýsing

Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum

SKRIVAÐ: Heilsu- og Orkumálaráðið  |  23.06.2026 - 11:31 Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við starvinum 1. juli 2026

 

Per Busk hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum. Hann hevur í nógv ár verið sjúkrahússtjóri á Esbjerg Sygehus og hevur seinasta góða hálva árið verið virkandi sjúkrahússtjóri. Harumframt hevur hann havt leiðandi størv í Region Syddanmark, har hann millum annað hevur arbeitt við sjúkrahúsætlanum, heilsutrygd, præhospitalsøkinum og sjúkrahúsrakstri. 

Per Busk er útbúgvin cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti í 1993. Hann hevur harumframt leiðsluútbúgvingina KIOL frá 2004. 

Í starvinum fær Per Busk ovastu ábyrgdina av Sjúkrahúsverkinum, sum fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Starvið fevnir samstundis um ábyrgdina sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum. 

Við setanini fær Sjúkrahúsverkið ein royndan leiðara við hollari vitan um sjúkrahúsrakstur, fyrisiting og menning av heilsutænastum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin