Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna hjá fleiri HM-liðum

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  21.06.2026 - 22:21 Ítrottur Tíðindi

Fyri fyrstu ferð er tað innanhýsis úrslitið millum liðini sum er avgerandi, um tvey lið enda við sama stigatali tá bólkaspælið er liðugt. Áður hevur tað annars verið málmunurin, sum hevur verið avgerandi.

Fleiri fótbóltsviðmerkjarar halda tað vera meira rættvíst at hyggja at innanhýsis úrslitum, heldur enn at hyggja at málmuni.

Longu nú eru trý lið, sum ikki hava møguleika at spæla seg víðari.

Haiti kann í mesta lagi enda við trimum stigum, men tapti innanhýsis dystin móti Skotlandi og kann tí ikki fara fram um skotar í stigum.

Turkaland hevur tapt fyri bæði Avstralia og Paraguei og hevur sostatt ongan møguleika at røkka triðja plássinum í sínum bólki.

Tunesia kann heldur ikki spæla seg fram um Svøríki, tí tunisar taptu innanhýsis dystin móti svium.

Sostatt hava Haiti, Turkaland og Tunesia ikki nakað at spæla fyri í seinasta umfarinum.

Nýggja reglan hevur eisini við sær, at summi lond longu hava tryggjað sær eitt ávíst pláss í bólkinum. Tað er til dømis hent hjá Meksiko, sum longu nú er tryggjað bólkasigurin undan seinasta umfari.

Viðmerkjarar vísa tó á, at óansæð hvør regla verður brúkt, fer altíð at vera vandi fyri, at summi lið einki hava at spæla fyri í seinasta umfarinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival