Trý ár at byggja Kalsoyartunnil
Tað tekur trý ár at byggja Kalsoyatunnil, sum verður 4 km. Fyrireikingararbeiðið tekur eitt ár, tvey ár fara til at bora og at gera tunnilin lidnan, um borðað verður frá báðum tunnilsmunnum.
Um samanborið verður við byggitíðina av Vágatunlinum, kann undirsjóvartunnilin í Kalsoynna, sum verður 4 km, gerast eftir trimum árum.
Tað tekur eitt ár at gera neyðugar fyrireikingar. At bora og gera tunnilin lidnan, tekur tvey ár, um borðað verður frá báðum munnum.
Verður borað frá øðrum munnanum, verður byggitíðin fýra ár.
Góð jarfrøði
Um tunnilin verður gjørdur av Bumshamri í Klaksvík og yvir til Syðradals, eru sannlíkindi fyri góðari jarðfrøði. Har slepst undan at fara ígjøgnum Klaksvíksfláina. Tað ger, at vandin fyri avbjóðingum við jarðfrøðini er lítil.
Kostnaður 600 mió
Serfrøðingar eru ójavnir á máli um kostnaðin av Kalsoyartunlinum. Tó eru fleiri útrokningar, sum benda á at tunnilin kann byggjast fyri 600 mió.
Tunnilsmunnarnir eru norðanfyri ferjuleguna á Syðradali og úti á Bumshamri í Klaksvík. .
Munnarnir liggja tætt við veganetið báðu megin. Arbeiðið av vegagerð til tunnilsmunnarnar báðu megin verður tí avmarkað.
Talan er tí um verkætlan, ið ikki krevur stórvegis av atknýttum íløgum.
Kalsoyartunnil bíligara loysnin
Nýggja ferjan, sum ætlanin hevur verið at byggja kostar uml. 200 mió. Íløgur skulu eisini gerast í ferjulegurnar á Syðralali og í Klaksvík. Samlaði kostnaðurin fyri ferju og ferjulegur fer at liggja um 300 mió. Árligi raksturin av ferju verður 20 mió. netto.
Kostnaðurin fyri Kalsoyartunnilin verður, sum fyrr nevnt 600 mió., og árligi árligi raksturin 4 mió. Inntøkurnar av brúkaragjøldum verða 6 mió., um roknað verður við, at 200 akfør koyra í tunlinum um døgnið, og meðalprísurin fyri akfarið er 70 kr. Árligi raksturin av tunlinum gevur sostatt eitt avlop á 2 mió.
Farmyndin vísir, at tunnilsloysnin er bíligari enn ferjuloysnin í longdini. Ein fyritreyt í farmyndini er, at nýggj ferja verður bygd, tá 30 ár eru farin.
Fyritreytirnar fyri útrokningunum í farmyndini eru, at byrjanarjáttanin á Fíggjarlógini er tann sama til báðar verkætlanirnar, - 300 mió.
Árligi skiparaksturin er 20 mió.
Írestandi 300 mió til tunnilin, verða fíggjaðar við láni við 3 % í rentu. Avdráttartíðin verður 20 ár. Gjøldini til rentur og avdráttir eru tá 20 mió árliga.
Rakstrarkostnaðurin av tunlinum verður 4 mió um árið. Brúkaragjøldini geva 6 mió., um 200 akfør koyra í tunlinum um døgnið, og meðalprísurin fyri akfarið verður 70 kr. Raksturin av tunlinum gevur avlop á 2 mió árliga.
Við nevndu fyritreytum sæst, at tunnilsloysnin er bíligari enn ferjuloysnin frá byrjan og ikki minst í logdini.
Ferjur skulu skiftast út oftari enn tunlar. Í farmyndini verður ferjan skift út eftir 30 árum.
Undirsjóvartunnil flytir Kalsoynna inn í framtíðina
At byggja ferjur til strandfarasigling millum oyggjarnar, er ein farin tíð og ein bági. Í hvussu er, um íbúgvaratalið aftur skal vaksa.
Ferjulegan á Syðradali kom í 2005. Hóast tað er fólkatalið lækkað nógv síðan. Fólkatalið í Føroyum er hækkað í sama tíðarskeiði.
Fólkatalið í Føroyum er hækkað. Í Kalsoynni er fólkatalið lækkað í sama tíðarskeiði.(index 100)
At ímynda sær at venda gongdini í fólkatalinum í Kalsoynni, við at byggja nýggja ferju, er verðuleikafjart.
Allastaðni har ferjur sigla lækkar fólkatalið. - Har undirsjóvartunlar eru, hækkar fólkatalið. Seinasta dømið er í Sandoynni, síðan Sandoyartunnilin opnaði.
Skal Kalsoyggin flytast inn í framtíðina, er rætta loysnin at byggja Kalsoyartunnil.
Koyrandi í seinasta lagi um 8 ár
Tað er gleðiligt, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur sett ferjuætlanina í bíðistøðu, og at myndugleikarnir eru farnir undir at kanna møguleikarnar at byggja Kalsoyartunnil í staðin. Spennandi verður at frætta frá kanningunum, og vónandi verður farið til verka skjótt.
Verður farið til verka við rætta hugburðinum, og teirri upphædd sum longu er játtað til Kalsoynna, kunnu fyrstu akførini koyra í Kalsoynna í seinasta lagi um knøpp 8 ár.
Meir um hetta seinni.
Bjørn Kalsø
