Ferðavinnuætlanir fyri Norðoyggjar til almenna hoyring
Ferðavinnuætlanirnar fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum liggja til almenna hoyring frá á miðdegi í dag, 26. juni, og 14 dagar fram
Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoyggjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanirnar og hava givið Visit North ábyrgdina av at samskipa arbeiðið og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.
Ferðavinnuætlanin er ein liður í at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum á ein skipaðan, burðardyggan og virðisskapandi hátt. Í ætlanini verður greitt frá verandi støðu, møguleikum og avbjóðingum, samstundis sum mál og átøk fyri komandi árini eru ásett.
Áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar, ynskja kommunurnar at geva øllum áhugaðum møguleika at lesa ætlanina og koma við viðmerkingum.
Ferðavinnuætlanin er býtt upp í fylgjandi partar:
- Strategisk menning og felags karmar um ferðavinnuna í Norðoyggjum
- Hvannasunds kommuna
- Klaksvíkar kommuna – Kalsoy
- Klaksvíkar kommuna – Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og Árnafjørður
- Klaksvíkar kommuna – Svínoy
- Kunoyar kommuna
- Viðareiðis kommuna
Ferðavinnuætlanin kann lesast við at trýsta á fíluna niðanfyri. Eisini er møguligt at lesa ferðavinnuætlanina fyri hvørja einstaka kommunu á heimasíðu viðkomandi kommunu.
Viðmerkingar skulu sendast til info@klaksvik.fo og viðmerkjast “Ferðavinnuætlan”.
Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar.