Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 1990

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  29.06.2026 - 09:49 Tíðindi

Talið av fólki, sum fáa staðfest hálskrabba, er vaksið munandi seinastu áratíggjuni og umleið 70 prosent av nýggju tilburðunum stava frá HPV-virusinum. Ein nýggj donsk kanning vísir, at talið av tilburðum er meira enn sjeyfaldað síðani 1990, og serfrøðingar gera vart við, at talið fer at vera vaksandi í fleiri ár afturat.

Kanningin, sum granskarar á Ríkissjúkrahúsinum hava almannakunngjørt í altjóða tíðarritinum International Journal of Cancer, byggir á dátur um 3.630 sjúklingar. Í 1990 fingu umleið 70 danir staðfest hálskrabba um árið. Í 2024 var talið vaksið til nærum 500.

Sambært granskarunum stava umleið 70 prosent av nýggju tilburðunum frá HPV-virusinum. HPV er kent sum orsøk til lívmóðurhálskrabba, men kann eisini elva til krabba í hálsi, mandlum og tungurót.

Serliga eru tað mannfólk ið verða rakt. Menn fáa sjúkuna tríggjar ferðir so ofta sum kvinnur. Oftast eru tað menn um 60 ára aldur, ið verða staðfestir. Smittan kann vera komin fleiri ár áðrenn krabbameinið mennir seg.

Granskararnir meta, at vaksandi talið hongur saman við, at HPV verður flutt við kynsligari smittu. Sambært høvuðsgranskaranum, Christian von Buchwald, byrjaði gongdin at broytast við frælsari kynslívinum, sum tók dik á seg frá seinnu helvt av 1960’unum.

Sjálvt um HPV-koppseting nú er partur av barnakoppsetingarskránni, fara úrslitini ikki at síggjast beinanvegin. Tað kunnu ganga upp til 40 ár frá smittu, til krabbin mennir seg. Tískil vænta granskararnir, at talið av tilburðum fer framvegis at vaksa fram til umleið 2040, áðrenn gongdin fer at javna seg, og í 2045 vænta teir, at man fer at síggja eina minking í tilburðum.

Kanningin vísir samstundis, at vitanin um avleiðingarnar av HPV er avmarkað. Bert umleið ein triðingur av dønum veit, at HPV eisini kann elva til krabbamein í hálsinum.

Heilsustýrið fór fyri stuttum í holt við eitt kunnandi átak um HPV og koppseting. Tey vísa á, at HPV er sera vanligt, og at upp til átta av tíggju verða smittað einaferð í lívinum. Tískil verður mælt til, at bæði gentur og dreingir verða koppsett, tá tey fylla 12 ár. Øll børn og ung millum 12 og 17 ár kunnu fáa koppsetingina ókeypis hjá kommunulækna.

Kunnandi filmur hjá heilsustýrinum sæst niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin