Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av vanligum rakstri í 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2026 - 10:33 Tíðindi Vinna

Fyri vanliga raksturin var úrslitið eftir skatt fyri 2025 ein vinningur á 10,1 mió, sum svarar til eitt miðal eginpeningsavkast á 9,6%, tá sæð verður burtur frá landskassaláninum á 38 mió kr., ið var umlagt til eginogn. Hetta er beint niðanfyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri.

 

Í 2025 avgjørdi Føroya Landstýri at tær eftirverandi 38 milliónirnar í láni til Framtaksgrunnin skuldu umleggjast til eginpening. Hetta ger at úrslitið fyri 2025 samlað sæð verður 48,1 mió. kr. Í hesum sambandi var ein viðtøkubroyting gjørd fyri Framtaksgrunnin, soleiðis at staðfest var, at Framtak árini 2025-2028 hevur tøkar minst 38 mió. kr. til, eftir marknaðartreytum, at gera íløgur í smáar og miðalstórar fyritøkur, undir hesum eisini íverksetarafealøg og fyritøkur, sum eru nýstovnaðar ella nýliga stovnaðar.

 

FRAMTAK hevði við ársenda 2025 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 20 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggja íløgu í 2 feløg í 2025 og hækkaði kapitalin í einum felagi, ið FRAMTAK eigur í. Harafturat seldi FRAMTAK sín part í FarPay. Sølan av FarPay gav við sølu eitt miðalavkast væl omanfyri 20% um árið fyri tey 9 árini, ið Framtak var í felagnum.

Eginognin í FRAMTAK var 148,8 mió. krónur við ársenda 2025 og fíggjarstøðan javnvigaði við 149 mió. Kr.

Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan økt virksemi í 2026, og at 2026 eisini kemur at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum. Serligur dentur verður lagdur á íløgumøguleikar í smáar og miðalstórar fyritøkur.

 

Stjórin í FRAMTAK Ben Arabo sigur:

“VIt eru nøgd við avkast og úrslit í 2025, og vit vænta eitt gott ár í 2026 við góðum møguleikum fyri vøkstri.”

 

Um FRAMTAK.

FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger FRAMTAK íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.

 

FRAMTAK vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.

 

FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán

 

Stjóri í FRAMTAK er Ben Arabo.

 

Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival