Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toskakvotan í Barentshavinum kann vaksa aftur komandi ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2026 - 10:42 Tíðindi Vinna

Hóast væntaða hækking verður framvegis talan um eina av lægstu kvotunum síðani 2003

 

Eftir fleiri ár við minkingum sær nú út til, at toskakvotan í Barentshavinum kann hækka aftur komandi ár. Sambært russiska miðlinum Interfax verður mælt til at seta samlaðu kvotuna fyri 2027 til 312.667 tons – ein hækking upp á nærum 10 prosent samanborið við 2026.

Grundarlagið undir tilmælinum eru nýggjar metingar av fiskastovninum, har serliga verður víst á, at árgangurin frá 2021 hevur givið vónir um eina betri gongd enn fleiri av teimum undanfarnu.

Kortini verður víst á, at støðan framvegis er viðbrekin. Hóast hækkingina verður kvotan framvegis ein av teimum lægstu í meira enn tjúgu ár, og fleiri av teimum yngru árgangunum verða mettir sum veikir.

Barentshavið er eitt av týdningarmestu økjunum fyri toskaveiðu í Norðuratlantshavi, og tí verða broytingar í kvotunum fylgdar neyvt eisini í Føroyum, har tær kunnu fáa ávirkan á bæði fiskivinnu og marknaðarviðurskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival