Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigekor og Gøtu Kirkju Ungdómskóri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2026 - 06:50 Tíðindi

Í dag kl. 17.00 hevur Haderslev Domkirkes Pigekor konsert í Norðskála kirkju.

 

Mikukvøldið 1. Juli, kl. 19.30 hevur kórið aftur konsert - hesuferð saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri. 

Haderslev Domkirkes Pigekor er eitt av fremstu gentukórunum í Danmark. Í kórinum eru 39 sangarar í aldrinum 13–20 ár. Kórið er sera virkið og framførir á hvørjum ári 15–20 ferðir bæði í Danmark og uttanlands. Tey syngja til konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk.

Genturnar hava kórvenjing og bólkavenjing hvørja viku, og tær fara eisini á kórferðir. Harumframt fáa tær sangundirvísing einsæris frá royndum sangarum og sanglærarum. Kórið varð stovnað í 2010 og hevur síðan tá ferðast regluliga bæði í Danmark og uttanlands. 

Gentukórið byggir á donsku sálma- og sangsiðvenjuna og er stolt av hesum arvi. Samstundis syngur kórið nógvan ymiskan tónleik og roynir at binda tað gamla og tað nýggja saman. Kórið syngur bæði stór klassisk verk og einfaldan einraddaðan sang. Alt verður framført á høgum støði og við einum eyðkendum norðurlendskum kórklangi.

Síðan august 2025 hevur Mogens Fangel Damm stjórnað gentukórinum.

Gøtu Kirkju Ungdómskór varð stovnað 1 ár seinni enn Haderslev Domkirkes Pigekor, nevniliga í 2011. Símun Hammer hevur verið kórleiðari øll árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG