Úr Føroyum til Michelin
Vit hava tikið eitt prát við Jancy Frederiksberg Techet av Strondum, sum saman við manni sínum Mouritz júst hevur fingið eina Michelin-stjørnu fyri matstovuna Cølbo í Týsklandi.
Tað, sum byrjaði sum ein dreymur, er nú vorðið til eina Michelin-stjørnu.
Vit hava tikið eitt prát við Jancy Frederiksberg Techet, sum saman við manni sínum Mouritz júst hevur fingið eina Michelin-stjørnu fyri matstovuna Cølbo í Týsklandi.
Søgan hjá teimum byrjaði tó í Føroyum.
– Vit hittust í Føroyum, tá Mouritz arbeiddi á KOKS. Eg arbeiddi eisini undir G&V, so vit komu javnan á somu støð og hittust gjøgnum arbeiðið, sigur Jancy.
Dreymurin um egna matstovu hevði leingi verið til staðar, og tá møguleikin kom, var avgerðin skjót.
– Vit hugsaðu: antin nú ella aldrin.
Summarið 2024 fóru tey undir verkætlanina, og longu í november opnaði matstovan. Móttøkan hevur verið sera góð, og í dag eru tey fullbókað seks mánaðir fram.
Matstovan verður rikin av einum lítlum toymi á fýra fólkum, og arbeiðsdagarnir eru ofta langir. Samstundis skal familjulívið eisini hanga saman við einum fýra ára gomlum soni.
– Men hóast tað krevur nógv, so er tað fantastiskt at sleppa at arbeiða við tí, vit elska. Tá gestirnir koma inn, kemur orkan altíð aftur.
Gestirnir koma bæði úr økinum, úr øðrum londum – og summi ferðast fleiri tímar fyri at fáa eina matuppliving hjá teimum. Nú hevur arbeiðið eisini givið eina av størstu viðurkenningunum í matheiminum – eina Michelin-stjørnu.

