Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  14.06.2026 - 14:14 Ítrottur Tíðindi

Í nógv ár hava fótbóltsáskoðarar ilskast inn á leikarar, sum lata seg detta í royndini at fáa fríspark, brotsspark ella kort til mótstøðuleikaran. Nú hevur FIFA tikið eitt stig, sum ger tað truplari at spæla sjónleik á vøllinum.

Reglan verður nevnd “mistaken identity”. Sjálvt heitið er ikki nýtt, men FIFA hevur nú víðkað regluna, soleiðis at VAR í størri mun kann rætta støður, har ein skeivur leikari verður revsaður. Hetta hevur eitt nú við sær, at um ein leikari megnar at filma seg til eitt gult kort til mótstøðuleikaran, kann VAR taka avgerð um at kortið skal takast aftur og í staðin revsa leikaran, sum filmaði, eisini eftir at spælið er farið í gongd aftur.

Hóast reglan ikki beinleiðis er gjørd fyri at steðga allari filming, kann hon elva til at leikarar í minni mun fara at filma. Leikarar vita nú, at ein væleydnað roynd at lumpa dómaran kann enda við, at teir sjálvir fáa gula kortið.

Nýggja reglan varð tikin í nýtslu í gjár, í dystinum millum USA og Paraguei, har ein heldur sjáldsom støða tók seg upp. Amerikanski verjuleikaran Tim Ream fekk gult kort fyri eina takkling á paragueiska Miguel Almirón, men stutt eftir steðgaði VAR spælinum.

Eftir at hava sæð støðuna í endurtøkunum, kundi dómarin staðfesta, at Almirón ikki varð raktur. Gula kortið hjá Ream varð tí strikað, og í staðin fekk Almirón gult kort fyri filming.

Støðan elvdi til eitt sindur av forvirring millum bæði áskoðarar og viðmerkjarar. Vanliga kann VAR ikki fara inn og broyta eitt gult kort, men her varð nýggja reglan um tikin í nýtslu.

Filming hevur altíð verið eitt heitt evni í fótbólti, serliga aftaná VAR bleivt av partur av spælinum. Fleiri hava víst á, at VAR hevur hjálpt til við at avdúka nógv mistøk, men at skipanin higartil hevur havt trupult við at handfara leikarar, sum dáma væl at lumpa dómaran.

Dómaraserfrøðingar og fyrrverandi dómarar hava róst broytingini og halda, at hon ger tað nógv minni freistandi hjá leikarum at tveita seg niður fyri egnan fyrimun.

Um reglan fer at fáa leikarar at gevast við at filma, er ov tíðliga at siga, men HM hevur longu givið eitt greitt signal. Hóast tað í fyrstu syftu eydnast tað at lumpa dómaran, kann tað kortini enda við, at tú sjálvur verður revsaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival