Vágbingur er bílagdur til 2028
Tað fer kanska at leggjast afturat kappingini í bestu deildini í kappróðri.
Í ár eru trý 10-mannafør við, sum øll tykjast kappingarfør. Og tað kann fara at leggjast afturat. Tí við KVF segði forkvinnans í Vágs Kappróðrarfelag, Sigrid Dalfoss Kærbech, eftir jóansøkuróðurin, at felagið hevur bílagt nýggjan Vágbing, sum verður klárur til 2028. 6-mannafarið Smyril hevur beina kós móti FM 2026 og tað er hendan manningin, ið eftir ætlan skal verða partur av Vágbingi í 2028.
At tað ikki verður fyrr enn í 2028 kemst helst av, at bíðitíðin er so long. KRF fær nýggjan Klaksvíking í 2027, so tað fer at leggjast afturat við nýggjum 10-mannaførum, har Havnarbáturin í løtuni er tann nýggjasti. Hann er frá 2025. Í longri tíð hevur eisini ljóðað í fleiri kappróðrarsendingum, at Eysturoyingur verður við í 2026.