Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar og barndóm
Søga varð skrivað, tá ið fyrsti Toy Story filmurin hevði sína frumsýning í 1995. Tað var nevniliga fyrsti spælifilmurin, sum var gjørdur við fullari telduanimatión, og gjørdist filmurin skjótt ein heimsumfatandi sukse. Nú 31 ár seinni, eru Woody, Buzz Lightyear og hini leikuni aftur á biografløriftinum í fimmta filminum í røðini.
Í Toy Story 5 fáa leikuni ein nýggjan kappingarneyta í skapi av talgildu eindini Lilypad. Lilypad er ein grønur teldil, sum fangar alt uppmerksemið hjá átta ára gomlu Bonnie. Brádliga verður tað øgiliga trupult hjá Woody, Buzz, Jessie at kappast við ein skíggja, sum altíð hevur nýtt innihald, spøl og undirhald at bjóða.
Meðan Bonnie brúkar alsamt meira tíð saman við Lilypad, byrja leikuni at ivast í, um tað framvegis er pláss fyri teimum í hennara lívi. Tað førir til bæði stuttligar og kenslubornar løtur, har vinarlag, hugflog og týdningurin av at spæla sjálvur, verða sett í miðdepilin.
Filmurin rakar kanska serliga væl tey, sum eru uppvaksin við Toy Story-filmunum, og sum nú standa í leiklutinum sum foreldur og royna at finna javnvágina millum skíggjar, tøkni og vanligan leik hjá sínum børnum.
Tom Hanks, sum enn einaferð leggur rødd til Woody, hevur eisini víst á, at søgan rakar eitt evni, sum nógv foreldur kenna seg aftur í. Hann sigur millum annað: “Har er eitt brot í filminum, har vit síggja yvir býin. Í myrkrinum síggjast bláu ljósini frá telefonum og skíggjum í sovikømrunum. Tað er ein sjón, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygginum.”
Danski serlæknin og rithøvundurin Imran Rashid, sum í fleiri ár hevur skrivað um skermnýtslu hjá børnum, heldur, at filmurin lýsir eina veruliga avbjóðing. Sambært honum hava vanlig leiku ilt við at kappast við teldlar og telefonir, sum eru gjørdar til støðugt at halda uppmerkseminum føstum. Hann vísir á, at børn fyrr, í størri mun brúktu egið hugflog til at skapa spæl, meðan nógv av undirhaldinum í dag er skipað og stýrt frammanundan.
Sama hugsan gongur aftur hjá fleiri ummælarum. Financial Times skrivar, at filmurin vísir, hvussu tøkni kann gera børn bæði meira sorganbundin og minni áhugað í umheiminum kring seg. Onkur fer enntá so langt og gevur filminum heiðurin sum ársins mest traumatiska film fyri foreldur.
Tó er talan ikki um nakran tungan ella óvanliga álvarsaman film. Tvørturímóti er hann fyltur við skemti, spenningi og kenslubornum løtum, sum hava gjørt Toy Story til eina av mest vælumtóktu filmsrøðunum hjá Pixar. Børnini sleppa at uppliva eitt stuttligt ævintýr, meðan tey vaksnu kanska fara heim við einum eitt sindur meira at hugsa um.