Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
(Dystarfrásøgn) Eftir umstøðunum fekk KÍ eitt gott stig í Sarpugerði.
Veðrið var av tí fagrasta og nógvir áskoðarar møttu upp, tá tey bæði formsterkastu liðini møttust í Sarpugerði.
Sera undirhaldandi fyrri hálvleikur
Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so hevði Mikkel Hyllegaard lagt Víking á odda 1-0 í eini støðu, har KÍ-málverjin, Mark F. Jensen, ikki sá gott út. Víkingur kundi eisini lagt seg á odda 2-0, men bólturin fór viðsíðuna av. KÍ svaraði tó væl aftur við góðum ágangandi spæli og í 17. minutti javnaði Odmar Færø eftir gott hornasparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. Tá góður hálvur tími var leiktur kom KÍ á odda og hesaferð eftir innkast støðu, sum endaði við, at Jóannes K. Danielsen vakurt fluktaði bóltin í málið. Eftir hetta setti Víkingur seg á dystin og Mark F. Jensen hevði tvær stórbjargingar, áðrenn Arnbjørn Svensson javnaði eftir hornasparksinnlegg frá Aroni Benjaminsen. Aron Benjaminsen er nógv vandamiklasti leikarin hjá Víkingi, og tað visti KÍ av frammanundan, men bæði Jean Carlos og Gaston Tellechea høvdu so mikið stórar trupulleikar av honum, at teir máttu fáa sær gul kort og beint áðrenn hálvleik fekk Gaston sítt seinna gula og mátti av vøllinum, meðan Jean mátti skiftast út tíðliga í seinna hálvleiki fyri at umganga, at hann ikki eins og móti AB fyrr í ár fór at fáa sítt seinna gula kort. Sum heild ein undirhaldandi hálvleikur, har bæði liðini, ið lata fæst mál inn í deildini, høvdu betri tak á álopsspælinum enn verjuspælinum.
KÍ vann stigið
Umstøðurnar gjørdu, at KÍ nú í undirtali skuldi spæla ein hálvleik á útivølli móti formsterkasta liðnum og helst hava nakrir norðoyingar sæð fyri sær, at nú for fyrsta tapið hjá KÍ at koma. Men KÍ fór nú at spæla á øðrvísi hátt í 4-4-1 leikskipanini og minti hetta meir um, tá KÍ ofta spælir altjóða dystir móti á pappírinum betri liðum. KÍ hevði sum heild gott tak á tí, men Víkingur fekk sínar málmøguleikar og kundi havt vunnið, men KÍ kundi eisini havt stolið sigurin, tí bæði Jákup Biskopstø og Odmar Færø høvdu stórar málmøguleikar. Eftir umstøðunum kann ein tó siga, at KÍ vann eitt stig hendan dystin, tí KÍ spældi við einum leikara færri ein hálvleik, har Víkingur hevði fleiri møguleikar enn KÍ at avgera. Meðan Aron Benjaminsen elvdi til trý gul kort, harav eina útvísing og eina útskifting tíðliga í dystinum, so fekk innskifti Daniel Johansen nógv betri tak á honum og hann spældi eisini væl við bóltinum í trýstum støðum í seinna hálvleiki.
Manglandi agi undan týðandi tíðarskeiði
KÍ er farið inní eitt avgerandi tíðarskeið við toppdystum á útivølli, avgerandi hálvfinalu á útivølli og altjóða dystum, sum síggja út at blíva millum jøvn lið, har smáir marginalar kunnu avgera. Tí er tað eitt vánaligt tíðspunkt at gera nógv agabrot(disiplinbrot), tí undan hesum dystinum hevði KÍ fingið brotsspørk ímóti sær tríggjar dystir á rað. Hesaferð fekk KÍ eitt púra óneyðugt og rætt dømt reytt kort ímóti longu í fyrra hálvleiki. Í altjóða dystum verður VAR, og tá verður enn lættari at fáa reyð kort og brotsspørk ímóti sær. Í 2024 var tað júst manglandi agi, sum kostaði KÍ eitt deildarspæl, tí KÍ fekk reyð kort tíðliga í fleiri annars jøvnum dystum. Hetta er nakað sum má tosast um við stórum bókstavum hjá KÍ undan so avgerandi tíðarskeiði.