Trivnaðarnevndin á kunningarferð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Í dag vitjaði Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har tey fingu innlit í bæði dagliga virksemið og tær spennandi menningarætlanirnar, sum eru á sjúkrahúsinum.
Vitjanin byrjaði við, at Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi Súsanna Olsen, varastjóri, frá søguni hjá sjúkrahúsinum. Hon greiddi millum annað frá, hvussu sjúkrahúsið varð bygt upp við sterkum stuðli frá vinnuni og borgarum í Norðoyggjum og á eystaru síðu av Eysturoynni.
Fyrsta økið, ið trivnaðarnevndin fekk innlit í, var 3 Tesla MR-skannarin. Her greiddu radiografarnir Erika Hjalgrímsdóttir og Bára Joensen frá arbeiðinum og teimum mongu kanningunum, sum verða gjørdar har. Trivnaðarnevndin fekk innlit í, hvussu tøkniliga menningin hevur styrkt møguleikarnar hjá sjúkrahúsverkinum at veita sjúklingum kanningar og viðgerðir á høgum fakligum stigi. MR-skannarin verður brúktur gerandisdagar, mánadag til hósdag.
Leiðin gekk síðani til rannsóknarstovuna, har Bára Klakstein og Hanna Brandal greiddu frá virkseminum. Serligur dentur varð lagdur á nýggju genetisku kanningarstovuna, sum er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið og Ríkissjúkrahúsið, og sum skal standa fyri genetiskum kanningum av nýføðingum og vaksnum (berarakanningum). Hetta arbeiðið fer at seta sjúkrahúsið á kortið innan eitt serøki, sum fær alsamt størri týdning í framtíðar heilsuverkinum og í granskingarhøpi.
Á vitjanini varð eisini greitt frá nýggju kørmunum, sum sjúkraflutningstænastan hevur fingið í sambandi við nýggju tekjuna.
Ein annar serliga áhugaverdur partur av degnum var rundvísingin í starvsfólkabygninginum, sum í løtuni verður umvældur frá grundini. Í hjálmum fekk trivnaðarnevndin eina greiða mynd av teimum mongu møguleikunum, sum bygningurin fer at geva, tá arbeiðið er liðugt síðst í 2027. Har verður millum annað ein heil hædd til viðskiftafólk, sum hava tørv á rehabilitering, umframt viðtalurúm, skrivstovur til sjúkraflutningstænastuna, maskindeildina og KT, og bústaðarmøguleikar til starvsfólk og konsulentar.
Vitjanin endaði í hugnaligu hølunum í gomlu læknahúsunum, har bjóðað varð ábit. Har fekk trivnaðarnevndin eisini eina persónliga frágreiðing frá Karolu Lydersen um eina sjúklingagongd, sum lýsti, hvussu gott samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið kann gera mun fyri einstaka sjúklingin.
Dagurin gav eina livandi mynd av einum sjúkrahúsi í menning – einum sjúkrahúsi, sum samstundis røkir sínar dagligu uppgávur, byggir út framtíðar tænastur og arbeiðir miðvíst fyri at styrkja heilsutænastuna til gagns fyri allar føroyingar.
Klaksvíkar Sjúkrahús takkar Trivnaðarnevndini hjartaliga fyri vitjanina og sær fram til framhaldandi gott samstarv um menningina av føroyska heilsuverkinum