Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum í dag kl. 14.00
KÍ kvinnurnar skulu royna seg í Champions League í summar. Vegurin til Champions League hjá kvinnum, er eitt sindur øðrvísi enn hjá monnunum.
Um mennirnir hjá KÍ skulu klára allan vegin til deildarspælið í Champions League, so skulu teir vinna yvir 4 ymiskum liðum (2 dystir pr. lið). Tað vil siga 4 rundir.
Hjá kvinnunum er kappingin skipað eitt sindur øðrvísi. Fyrst spæla tær eina mini-kapping millum 4 lið. Lutakast til hesa kapping verður í dag kl. 14.00.
Hóast 4 lið eru í kappingini, so spælir KÍ bert tveir dystir. Um KÍ vinnur fyrsta dystin (hálvfinala), so skulu tær spæla móti vinnarinum av hinum dystinum. Um tær eisini vinna tann dystin (finala), so fara tær víðari til enn eina mini-kapping.
Her er framfararhátturin júst tann sami. Tær skulu vinna báðar dystirnar - fyrst eina hálvfinalu og síðani eina finalu - fyri at koma víðari til seinasta dystin áðrenn deildarspælið. Seinasti dysturin áðrenn deildarspælið er ein vanligur dystur, har besta liðið yvir tveir dystir vinnur seg víðari(spæla heima og úti).
Tað vil siga, at tær skulu vinna 6 dystir, um tær skulu náa allan vegin til Chamipons league deildarspælið.
Tó skal leggjast afturat, at UEFA hevur lagt eina evropeiska kapping afturat, sum tey kalla Women's Evropa Cup. Um KÍ vinnur fyrstu mini-kappingina, men ikki vinnur næstu mini-kapping, so dettar tær í Women's Evropa Cup, har tær skulu spæla nakrar undankappingardystir, fyri at røkka deildarspælinum í Women's Evropa Cup.
Leinkja til stroyming av lutakasti (Um leinkjan ikki riggar, so kunnu tit royna høvuðssíðuna hjá UEFA):
Niðanfyri sæst at KÍ kvinnur eru styrkismettar omanfyri reyðu linjuna, og liðini til niðanfyri eru ikki styrkismett.
