Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stade Klengbousbierg, Bissen (FC Atert Bissen)

Meistarar eftir óhoyrt framlop

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  18.06.2026 - 12:12 Ítrottur Tíðindi

Tað er ikki ókent, at lið kunnu flyta upp í fremstu deildina fyri síðani at vinna meistaraheitið, men luxemburgska liðið, sum KÍ skal møta í undankappingini til UEFA Champions League kappingarárið 2026-27, Football Club Atert Bissen, er flutt upp í tvey(!) kappingarár á rað og hevur nú vunnið meistaraheitið í fyrstu royndini í fremstu deildini

 

Úr 3. deild til meistarar upp á 2 ár

Fyrradagin varð avgjørt, at KÍ skal møta luxemburgska liðnum FC Atert Bissen í undankappingini til UEFA Champions League.

Kappingarárið 2023-24 spældi FC Atert Bissen í triðbestu deildini í Luxembourg. Teir endaðu kappingarárið við uppflyting, og síðani fluttu teir beinleiðis upp í fremstu deildina fyri fyrstu ferð í søguni. Og eftir ein ótrúligan enda upp á kappingarárið 2025-26 hava teir júst vunnið meistaraheitið, tá teir endaðu ájavnt í stigum við Differdange eftir 30 umfør. Í seinasta umfari vunnu teir 1-0 á verandi meistarunum, Differdange, sum var akkurát fyri. FC Differdange er sama liðið, sum KÍ vann samanlagt 2-0 á í 2024.

 

FC Atert Bissen er endurreist tríggjar ferðir

FC Atert Bissen varð stovnað í 1917 undir navninum FC Jeunesse Bissen og varð fyrstu ferð upployst í 1923. Í 1929 varð felagið endurstovnað sum Red Star Bissen, sum aftur varð upployst í 1934. FC 42 Bissen varð síðani endurstovnað í 1942 og fekk núverandi klubbnavnið tann 2. juni 1946.

 

“Altíð” hoyrt til 3. deild

Fram til 2007 spældi felagið ongantíð hægri enn 3. deild, men tá eydnaðist at flyta upp í Heiðursdeildina, sum er næstbesta deildin. Kappingarárið 2007-08 gjørdist François Augusto toppskjútti í Heiðursdeildini við 22 málum.

Eftir tvey kappingarár flutti liðið niður aftur í 1. deild. Í 2012 glapp uppflytingin av hondum, tá liðið tapti 1-0 í niðurflytingarbólkinum fyri CS Oberkorn, sum lá nr. 12 í Heiðursdeildini. Kappingarárið 2016/17 flutti liðið í Heiðursdeildina fyri aðru ferð, men liðið endaði á 13. plássi og flutti beinleiðis niður aftur í 1. deild. Longu árið eftir flutti liðið upp á triðja sinni.

 

Jojo-lið

Eftir eina toluliga byrjan upp á kappingarárið 2018/19, vann liðið bara ein sigur eftir 11. umfar til kappingarárslok, og tað merkti, at Bissen mátti spæla niðurflytingardyst fyri at halda seg í deildini. Orsakað av, at liðið tapti 3-1 í longdu leiktíðini fyri Yellow Boys Weiler-la-Tour, sum lá nr. 2 í 1. deild (2. øki), mátti Atert Bissen fara úr næst hægstu deildini eftir bert eitt kappingarár. Í kappingarárinum 2019-20 eydnaðist tað Bissen at flyta upp aftur í Heiðursdeildina. Tá kappingarárið 2021-22 var av, mátti felagið aftur í niðurflytingarbólkin sum nummar trettan á stigatalvuni. Har vann Bissen 4-0 á Jeunesse Useldingen. François Augusto gjørdist aftur deildur toppskjútti í 2020-21, har hann skoraði 9 mál í 7 dystum, tá kappingin varð avbrotin orsakað av korona.

Árið eftir endaði felagið á 15. plássi á stigatalvuni. Felagið flutti niður í 1. deild, men megnaði at flyta upp aftur beinanvegin í kappingarárinum 2023-24, tá felagið fór ósigrað gjøgnum kappingarárið.

 

Fyrstu ferð í fremstu deildini

Kappingarárið 2024-25 endaði felagið á triðja plássi og vann sær rættin til at spæla uppflytingardyst til BGL deildina ímóti Sporting Bettembourg, sum lá nr. 14 í BGL deildini í 2024-25. Við einum 1-0 sigri kom Atert Bissen fyri fyrstu ferð í søgu felagsins upp í bestu deildina í Luxembourg.

 

Meistarar í fyrstu royndini

Eftir uppflytingina vann felagið púra óvæntað meistaraheitið og luttøku í undankappingini til UEFA Champions League 2026/27 í kappingarárinum 2025/26. Framman fyri stívliga 3.000 áskoðarum vann liðið á seinasta leikdegi 1-0 á verandi meistarunum, FC Differdange 03, og tryggjaði sær tískil meistaraheitið takkað verið betra málmuni. Í kappingarárinum 2025–26 skelkaðu teir sum áðurnevnt luxemburgskan fótbólt við at vinna meistaraheitið í fyrstu royndini í fremstu deildini eftir tvær uppflytingar á rað!

Uppaftur betri verður søgan, tá hugsað verður um, at bert 3.505 fólk búgva í býnum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026