Mileta í Mjølnir!
Mjølnir hevur í dag skriva sáttmála við Mileta Vešovic.
Mileta hevur leikt fyri SÍ í nøkur ár, og hevur hann verið ein sera týðandi leikari fyri SÍ.
Nú kemur, tann sera fyrikomandi serbin til Klaksvíkar og Mjølnir, at spæla tey komandi tvey árini.
Mileta kemur fyrst og fremst, at spæla við besta mansliðinum. Eisini kemur hann, at vera partur av ungdómsarbeiðinum, serliga dreingjadeildunum.
Í Mjølnir er man samdur um, at Mileta passar væl til felagið og at hann hevur nógv, at geva felagnum. Dugnaligur spælari, positivur av lyndi, og arbeiðssamur.
Øll Mjølnir familjan vil við hesum bjóða Mileta hjartaliga vælkomnan norður, og gleða vit okkum til komandi kappingarár.
Sum sást á myndini, so vóru fleiri av spælarunum til staðar tá tíðindi í kvøld gjørdust almenn, og sáttmálin undirskrivaður.
