Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Eftir at hava roynt seg aðrastaðni í eina tíð, er Páll Müller aftur í Team Klaksvík. Felagið og Páll hava gjørt eina 2 ára avtalu.
Páll er uppvaksin í Team Klaksvík, og fekk seg eisini royndan í Burn hondbólti farna kappingarár. Hartil hevur hann verið partur av ungdómslandsliðum hjá Føroyum.
Páll er ein sera evnaríkur ítróttarmaður, og vit eru sera fegin um, at hann velur at spæla hondbólt. Við Páll fáa vit ein ágrýtnan og arbeiðssaman leikara, ið heilt vist verður við til at flyta felagið frameftir.
“Vit leggja nógv fyri at halda uppá teir lokalu leikararnar, ið eru rundanum Team Klaksvík. Tað er ein týðandi partur av langtíðarætlanini, at okkara talentir gerast fastir partur av okkara liði,” sigur nevndin í Team Klaksvík.
Sjálvur sigur Páll: “Eg saknaði kensluna av at spæla hondbólt. Eg var við í november og desember í fjør, og saknaði felagsskapin rundanum liðið og felagið. Tá so Sámal Jákup varð kunngjørdur, visti eg, at eg vildi verða ein partur av tí aftur. Eg vóni at fáa ein leiklut í teimum framsøknu ætlanunum felagið hevur. Eisini gleði eg meg til at hjálpa teimum yngru leikarunum í Team Klaksvík.“
Vit øll í Team Klaksvík gleða okkum til at síggja Páll í Team Klaksvík blusu nr. 39 komandi kappingarár
Vælkomin heim Páll