Kunning um royndarloyvi eftir reyðæti
Fyri nøkrum árum síðani mælti Havstovan til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti (Calanus finmarchicus) í djúpa rákinum í Bankarennuni.
Í 2020 vórðu givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Hesar tilsagnir vóru galdandi í fimm ár og eru gingnar út.
Lýst varð tí eftir nýggjum umsóknum. Inn komu seks umsóknir, og avgerð er nú tikin um at játta trimum av umsóknunum tilsøgn um royndarloyvi.
Hvør umsøkjari fær í mesta lagi eina kvotu á 15.000 tons. Tilsagnirnar verða í fyrstu atløgu latnar fyri eitt ár og kunnu síðani endurnýggjast fyri eitt ár í senn í upp til fýra ár, um treytir í loyvinum og tilsøgnini eru hildnar.
Útlutaðar verða í mesta lagi átta tilsagnir. Tá ið tríggjar tilsagnir nú eru latnar, eru framvegis fimm tilsagnir tøkar at søkja um. Tey, sum hava áhuga at fara undir royndarveiðu eftir reyðæti, kunnu sostatt søkja Uttanríkis- og fiskimálaráðið um at fáa tilsøgn um royndarloyvi. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt sum tær koma inn, og so leingi tilsagnir eru tøkar.