Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kalendaran

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  18.06.2026 - 17:06 Tíðindi

Leingi er tað, ið væl skal vera. Rockstar Games hevur júst almannakunngjørt, at tað verður møguligt at undanbíleggja Grand Theft Auto VI frá 25. juni.

Spælið kemur út 19. november í ár til PlayStation 5 og Xbox Series X/S, og alt bendir á, at útgávudagurin stendur við, hóast spælið áður er útsett tvær ferðir.

Í ár eru 13 ár liðin síðani GTA V kom út. Síðani tá er spælið selt í hundraðtals milliónum eintøkum og liggur á øðrum plássi, sum mest seljandi spæl nakrantíð. Tí hevur bíðitíðin eftir GTA VI verið serliga long hjá teimum mongu fjepparunum.

Spælið skuldi upprunaliga koma út á heysti í 2025, men er síðani blivið útsett tvær ferðir.

Rockstar hevur í dag eisini almannakunngjørt permuna til spælið. Her síggjast høvuðspersónarnir Lucia og Jason saman við skjóttgangandi bilum, tyrlum, flamingoum og krokodillum. Spælið fer fram í uppspunna statinum Leonida, sum hevur sín íblástur frá Florida.

Enn er prísurin á spælinum ikki almannakunngjørdur, men nógv vænta, at Rockstar fer at avdúka hann í sambandi við undanbíleggingina í komandi viku.

Eitt er tó greitt. GTA VI er eitt mest eftirspurda spælið nakrantíð, og nú eru bert fimm mánaðir eftir, til fjepparar loksins sleppa út á gøturnar í Vice City aftur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?