Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður á fundi við donsku stjórnina

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  19.06.2026 - 08:37 Politikkur Tíðindaskriv

Í gjár hitti løgmaður danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, á fundi í Keypmannahavn. Hetta eru fyrstu fundirnir millum partarnar eftir stjórnarskiftini í Føroyum og Danmark

 

Samgonguskjølini á skrá 
Talan var um ein innleiðandi fund við danska forsætisráðharran, har høvið var at tosa um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini. 

"Eg nýtti høvið at ynskja Mette Frederiksen til lukku við nýggju stjórnini og at útgreina setningarnar í føroyska samgonguskjalinum. Vit umrøddu eisini møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og IOC umframt tættari samstarv við ES," sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

 

Samstarva um at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu
Á fundi við danska løgmálaráðharran legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum. 

Kunnað varð um, at landsstýrið raðfestir hetta økið ovarlaga, og átøk verða sett í verk í Føroyum í næstum. 

"Rúsevni og rúsevnamisnýtsla snýr seg ikki bara um revsing og løgreglu, men um sosial viðurskifti, fyribyrging og upplýsing. Summi øki eru felagsmál, og tí var týdningarmikið hjá mær at vísa danska løgmálaráðharranum á, at báðir partar mugu raðfesta økið," sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…