Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin svarar borgarunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.06.2026 - 19:00 Politikkur Tíðindi

Tá Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, var á gátt í Norðlýsinum, fingu borgarar eisini høvi at skriva inn og seta honum spurningar. Inn komu spurningar um kommunusamanlegging, bussleiðina og útstykkingar í Árnafirði. Lurtararnir høvdu sjálvandi fyrstarætt, men blaðstjórin slapp eisini at seta ein spurning um sjóhita.

 

 

Lurtari 1: Hvat heldur tú um kommunusamanlegging, serliga í Norðurøkinum? Skal tað vera ein kommuna í Norðoyggjum?

Borgarstjórin: Tað er ein góður spurningur. Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið upplagt, at Norðoyggjar vóru ein kommuna. Allar kommunurnar í Norðoyggjum samstarva longu bæði um eldraøkið, barnavernd, skúlar, tilbúgving og kommunulækna. Tá tað kemur til Norðurøkið, so eru vit longu samstarvssinnað við Fuglafjarðar Kommunu og Eysturkommunu. Vit hava felags integratiónssamskipara. Vit eru eisini felags misnøgd við Sernám og ætla at hava ein nýggjan stovn fyri Landnyrðingsføroyar. Seinasta 1½ árið hevur eisini verið samskifti um at samla eldraøkið í Landnyrðingsøkinum, og vit hava fingið lendi til ein eldradepil úti í Grøv. Borgarstjórarnir í hesum økinum eru øgiliga villigir til samstarv, so møguliga vera tær kommunurnar við í deplinum. 

 

Lurtari 2: Hvørjar ætlanir hevur Klaksvíkar Kommuna fyri útstykkingum í Árnafirði?

Borgarstjórin: Nú nýggir tunlar eru komnir Norður um Fjall, so er eitt stórt potentiali í Árnafirði. Vit hava verið og hugt at best egnaða lendinum, og aftaná summarferiuna seta vit okkum í samband við eigararnar at vita, um vit kunnu keypa lendið frá teimum. Eg trúgvi, at áhugin fyri at fáa grundstykki í Árnafirði er stórur. Kommunan hevði 4 grundstykkir til sølu herfyri, og tey eru so at siga farin. Men eg vænti, at um vit kundu gjørt ein íbúðarblokk, so hevði áhugin verið uppaftur størri. Enn hava vit tó ikki lendi til ein tílíkan í Árnafirði.

 

Lurtari 3: Nær fer býarbussurin at koyra til Hvannasunds til komuna hjá Rituni? Svínoy er jú í Klaksvíkar Kommunu.

Borgarstjórin: Vit hava í næstan 2 ár samskift við Strandferðsluna um at kommunurnar í Norðoyggjum yvirtaka alla bussleiðirnar í Norðoyggjum, bæði til Viðareiðis og Kunoyar eisini, og binda tað upp í býarbussleiðina í Klaksvík. Hinar kommunurnar hava stórar útreiðslur av at flyta skúlabørnini aftur og fram, tí tann almenna bussleiðin passar so illa til. Tí mugu tær leiga ein buss til at flyta skúlabørnini aftur og fram.

 

Blaðstjórin: Hvussu útrullaður er sjóhitin í Klaksvíkar Kommunu í dag?  

Borgarstjórin: Hotel KG, Kappróðrarneystið, Varpið, Angus Steakhouse, Rótin, Biskupstorg, Føroya Tele, Betesda, Norðoya Sparikassi, Skúlatrøð og nýggi bygningurin hjá Lív eru knýtt uppí. So er ein leiðing løgd niðan til ítróttarøkið, og meiningin er at fáa allar tríggjar hallirnar uppí, men tað er ikki komið til tað enn. Tekniski Skúli hevur eisini víst áhuga. Tað byrjaði í smáum, men er vorðið ein dundrandi success.

Øll sendingin kann hoyrast her: https://nordlysid.fo/tidindi/93031/klaksvikar-havn-faer-idni-til-sitt-virksemi

Lýsing
Seinastu tíðindini
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja