Lýsing
Lýsing
Lýsing

8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.06.2026 - 20:00 Poddar Politikkur Tíðindi

Og farstøðin verður ikki sprongd í luftina. Her setir Karl Johansen, borgarstjóri, orð á ætlanirnar við Ídni, Pisshúsinum, Farstøðini og 8-kantaðu kioskina. Og so kemur hann eisini inn á eitt dilemma viðvíkjandi Oyggjaleikunum komandi ár.

 

 

– ”Ídni kemur ikki at standa soleiðis, sum tað stendur. Ymiskir tankar hava verið frammi um Ídni, og tað verður Klaksvíkar Havn, sum yvirtekur bygningin. Takið skal skiftast, Ídni skal málast, og so verður bygningurin annars settur í upprunastand. Uppskot kom inn um matstovu, men eg meti ikki, at staðsetingin er so væl egnað til tað”. Men hvat skal Klaksvíkar Havn so brúka Ídni til?

– ”Har koma nógvir stuttleikabátar úr útlondum til Klaksvíkar. Hugskotið hjá Klaksvíkar Havn, ið var tað besta, snýr seg um hesar. Klaksvíkar Havn fær nógvar fyrispurningar frá stuttleikabátunum um, hvar tey kunnu vaska klæðir, fara í bað og líknandi. Har hevur Klaksvíkar Havn skotið upp at brúka Ídni til goymslu, og so skal eisini vera møguligt fyri tey vitjandi at avgreiða hesi ørindini har. Eisini er ætlanin, at man innrættar yvirhæddina til eitt slag av undirhúsi”, sigur hann.

Karl Johansen heldur fram: – ”Nú fara vit at seta ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um, hvussu økið eystanfyri gamla Klaksvíkshandilin skal síggja út. Tað er ikki pent at síggja í dag. Eitt hugskot frá Ósbirni Jacobsen frá 2020 fyriliggur, og tað umfatar bæði gamla Klaksvíkshandilin, Pisshúsið og Havnarskrivstovuna, og man ætlar enntá at endur-etablera góðu gomlu 8-kantaðu kioskina, sum stóð í Klaksvíksgarðinum, og arbeiðsbólkurin fer helst at arbeiða út frá tí uppskotinum”, sigur borgarstjórin.

 

Farstøðin

– ”Tað var mín góði vinur Petur Asano, sum skeyt upp, at man skuldi spreingja farstøðina í luftina. Eg var ikki beinleiðis við uppá at spreingja, men eg helt, at hon skuldi fjernast. Vit hava samtykt, at bussarnir framyvir ikki skulu oman á Sandin. Í staðin skulu vit gera busslummar eftir Biskupstøðgøtu, annan við Føroya Tele og hin sunnanfyri, har standmyndin av Jógvani Waagstein stendur. Her skulu bæði bláu bussarnir og býarbussarnir hava steðgistøð. Farstøðin verður burturbeind og økið skipað betur til parkering”, sigur Karl. Men hvar skulu fólk so bíða eftir bussinum?

– ”Har eru møguleikar at fara inn í Biskupstorg, eitt nú til VisitNorth. Annars fara bussarnir at hava høvuðsstøð norðuri á ferguleguni. Í Havn hevur tú farstøðina á kaiini og annars bara steðgistøð aðrastaðni í býnum. Okkum dámar vanliga onki at herma eftir havnarmonnunum, men tað fer at vera í tann stíl her í Klaksvík eisini. Kommunurnar í Norðuroyggjum arbeiða við at yvirtaka bussarnar í Norðoyggjum, men tað verður ikki galdandi fyri sjóvegis ferðsluna”, sigur hann.

 

Fimleikarhøll ella svimjihøll?

– ”Til Oyggjaleikirnar í 2027 hava vit eitt lítið dilemma. Báðar verandi fimleikarhallirnar skulu brúkast til Oyggjaleikirnar, og so eru uppskot komin um nýggj umklæðingarrúm. Men vit hava veruliga brúk fyri eini ordiligari fimleikarhøll. Tað er skomm, at ein býur sum Klaksvík ikki hevur tað. Svimjihøllin hevur eisini tænt fyri seg, og so hava vit mótstríðandi áhugamál. Onkur vil hava fimleikarhøllina fyrst, meðan onnur vilja hava nýggja svimjihøll fyrst. Vit kunnu risikera, at um vit gera fimleikarhøllina fyrst, verður svimjihøllin latin aftur av myndugleikunum. So vit hava valt at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við ítróttar-økinum í býnum. Hetta skuldi verið byrjað fyrr, og koyrir nú uppá lænta tíð, men nú verður tað so – á býráðsfundinum í næstu viku”, sigur borgarstjórin.

https://nordlysid.fo/tidindi/93031/klaksvikar-havn-faer-idni-til-sitt-virksemi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival