Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayStation upp

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  20.06.2026 - 13:50 Tíðindi

Tað eru ikki bara matvørur, sethús og streymur, sum eru vorðin dýrari. Nú síggjast eisini greið tekin um, at stórur partur av tøknini, sum fólk brúka hvønn dag, fer at kosta meira.

Sony hevur longu hækkað prísin á PlayStation 5, Nintendo fer at hækka prísin á vælumtøkta Switch 2, og nú ávarar Apple um, at eisini iPhone og aðrar Apple vørur fara at gerast dýrari.

Høvuðsorsøkin er hvørki kríggj ella oljukreppa, men mangul uppá minniskipp.

Stjórin í Apple, Tim Cook, sigur, at fyritøkan ikki longur megnar at taka príshækkingarnar á seg.

“Vit hava roynt at vart okkara kundar móti teimum stóru príshækkingunum, sum verða sendar víðari til okkara, men støðan er vorðin óhaldbar.” segði hann í samrøðu við Wall Street Journal.

Sambært Cook er eftirspurningurin eftir minniskippum og goymslukippum farin til himmals, orsaka av teimum stóru dátumiðstøðunum, sum vitlíkisfyritøkurnar byggja í størum nøgdum.

Minniskipp eru ein av grundarsteinunum í nærum allari nútímans tøkni. Kippini verða millum annað nýtt í telefonum, teldum og servarum. Framleiðslan megnar ikki at fylgja við eftirspurninginum, og elvir tað til stóru príshækkingarnar.

Sambært fleiri greinarum er prísurin á ávísum sløgum av minniskippum meira enn seksfaldaður seinasta árið, og hevur tað fingið framleiðarar av brúkaratøkni at kappast um kippini, sum eru eftir.

Apple hevur ikki sagt, nær príshækkingarnar koma ella hvørjar vørur verða raktar, men nógv vænta, at komandi iPhone 18-røðin, sum verður løgd fram í september, verður dýrari enn undanfarna ár.

Greinarafyritøkan Omdia metir, at nýggju iPhone 18 telefonirnar kunnu fara at kosta upp í 150 dollarar meira enn iPhone 17. Aðrir greinarar hava mett, at dýrastu Pro útgávurnar kunnu hækka við meira enn 200 dollarum.

Apple er ikki einsamalt. Í vár hækkaði Sony prísin á PlayStation 5. Eins og hjá Apple, var orsøkin hækkandi kostnaðir fyri minniskipp. Nintendo hevur eisini boðað frá hægri prísum á Switch 2 frá september mánaða í ár.

So leingi sum vitlíkisfyritøkurnar halda fram at eta alla framleiðsluna minniskippum upp, kunnu vanligir forbrúkarar vænta, at brúkaratøkni í framtíðini gerst alsamt dýrari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026