Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafestivalinum
Kom við til setanina av Føroyska bókmentafestivalinum 2026 mikudagin 25. februar 2026 kl. 16-18 á Býarbókasavninum í Havn
Býarbókasavnið er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.
Í ár hugsa vit við landinum. Evnið er Geo-poesi og Geopoetikkur, ein tilgongd til bókmentir og list, ið kannar djúpa sambandið millum landslag, menniskja og málið. Vit hava eisini rithøvundar, ið skriva uttan fyri hetta evnið, t.d. úr Kina, USA og víða um.
Skrá:
- Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin
- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, setur festivalin
- Kim Simonsen, festivalleiðari, framløga av tema fyri festivalin
Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum.
- 16.20 Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025
Samrøða við Maritu Thomsen, týðara - 16.30 Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics. Um geopoetikk
- 16.45 Jon Ståle Ritland (Noreg) Upplestur og samrøða við Kim Simonsen Kaffi
- 17.15 Yrkingaupplestur. Kristín Eiríksdóttir (Ísland). Anna Fohlin Mattsson (Svøríki). Maja Lucas (Danmark)
- 17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin sæst á https://www.faroeislandsfestival.net/