Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað vera sólglottar í fleiri døgum í vikuni og yvirhøvur turt ella bert okkurt ælið. Hampuliga nógv regn týsdagin og helst kavaæl fríggjádagin. | Mynd: Sigrún Brend

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.02.2026 - 21:14 Tíðindi Veðrið

Tað fer ikki at vera støðugt veður úr somu ætt í vikuni, sum stendur fyri framman. Fleiri lágtrýst fara at ganga ímóti Føroyum, og so hvørt tey nærkast, er ættin millum eystan og sunnan, og tá ið tey eru farin framvið, gongur ættin vesturum.

Kuldin fer ikki at koma aftur fyrr enn fram ímóti vikuskiftinum, hitalagið fer upp í 10 stig týsdagin, sum fer at vera lýggjasti dagurin. Týsdagurin fer eisini at vera vátasti dagurin, hann fer næstan allur sum hann er í regn. Fyrstu dagarnar í vikuni turt ella okkurt ælið, hósdagin regn eitt skifti, og fríggjadagin kavaæl.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánamorgunin 3 til 8 m/s av landnyrðingi, sum frá líður veksur upp í 5 til 10 m/s. Sólglottar og bert okkurt ælið. Um kvøldið gongur hann niður í landsynning, og um náttina veksur hann vindin upp í 8 til 13 m/s. Hitin 3 til 7 stig.

Týsdagin 10 til 15 m/s av landsynningi, seinni av suðuri, samdrigið og regn. Fram móti kvøldi veksur hann upp í 13 til 18 m/s av útsynningi, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Mikumorgunin minni enn 5 m/s av ymsum ættum, men sum frá líður veksur hann upp í 5 til 10 m/s, av landsynningi. Allan dagin skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Hósdagin fer hann at liggja millum sunnan og eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á dagin vaksandi til frískt lot upp í 5 til 10 m/s av landsynningi, seinni støkkur hann vesturum til útsynning. Allan dagin samdrigið og eitt skifti regn. Hitin 3 til 7 stig.

Fríggjadagin vestan, 10 til 15 m/s, eitt skifti skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, kanska heglingur. Hitin 2 til 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð