Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóvinnuflokkurin á vitjan í Vinnuháskúlanum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  23.02.2026 - 09:00 Myndarøð Tíðindi

Sjóvinnuflokkurin á Skúlatrøð var fríggjadagin á vitjan í Vinnuháskúlanum í Havn, har teir fingu eina spennandi og læruríka uppliving

 

Tað var Jón Helmsdal, sum leiddi næmingarnar runt í skúlanum og greiddi frá mongu møguleikunum, sum skúlin bjóðar. Helst verða tað nakrir av hesum dreingjum, sum einaferð fara at nema sær útbúgving júst her.

Jón greiddi frá virkseminum á skúlanum og um ríku siglingarsøgu Føroya – frá gomlu sluppunum og skonnartunum til tey mest framkomnu fiskiskipini í heiminum, ið vit í dag eiga í Føroyum. Næmingarnir sluppu eisini at síggja mongu framkomnu tólini, sum verða nýtt í undirvísingini.

Ein serlig uppliving var, tá næmingarnir sluppu at royna simulatorarnar á skúlanum, har dreingirnir kundu royna síni siglingakynstur. Tað er ikki bara sum at siga tað at koma inn um Molan og leggja at uttan at fløkja seg upp á Tinganes! Næmingarnir hugnaðu sær óført og fingu nógv burturúr.

Vit vilja takka Vinnuháskúlanum og Jóni Helmsdal hjartaliga fyri góða móttøku og gestablídni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…