Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ingilín D. Strøm segði undir 1. viðgerð av málinum um hægri pensiónsaldur, at hon tók ikki undir við tí, um arbeiðsvikan ikki varð stytt. Arbeiðsvikan er ikki stytt, og tí verður spennandi, hvat Ingilín ger mánadagin

Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2026 - 10:05 Leiðarin Politikkur

Alt ella onki. Tað er at kalla greitt, at tað verður upp til tann tiltikna 17. mannin ella kvinnuna bæði at avgera, um føroyingar skulu arbeiða longri inn í ellisárini, og um farast skal undir Suðuroyartunnilin. Øll andstøðan er ímóti hægri pensiónsaldri, og ein tjóðveldiskvinna hevur meldað seg ivasama. Ingilín Strøm hevur áður sagt, at um arbeiðsvikan ikki verður stytt, tekur hon ikki undir við hægri pensjónsaldri. Tað kann vera altavgerandi mánamorgunin.

 

 

Hóast har er ein meiriluti fyri málinum um Suðuroyartunnil, so sleppur hann ikki at atkvøða tað ígjøgnum, um pensjónsmálið fyrst er fallið. Løgmaður hevur gjørt greitt, at um annað málið fellur, er ongin samgonga longur. Liljan Weihe, ið hevur verið tann mest skeptiski tinglimurin yvirfyri Suðuroyartunlinum, kann tí velja at fella pensjónsaldurshækkingina (saman við einum øðrum ella eini aðrari) fyri at steðga Suðuroyartunlinum.

Aksel V. Johannesen hevur kortini møguleika at lata atkvøðugreiðsluna um Suðuroyartunnil fara ígjøgnum, men tað er ivasamt, hvat tað hjálpir, tí talan er um eina 2. viðgerð og ikki triðju og endaligu, og tað verður eitt Løgting í fullkomnari upploysn, sum í so fall skal viðgera Suðuroyartunnilsmálið til 3. viðgerð.

Spurningurin er so, hvør annar í samgonguni kann hugsast at vera ímóti, og har fingu vit at vita sum leysatíðindi í mai, at onkur í Javnaðarflokkinum ikki er so heit/ur fyri hægri pensjónsaldri. Allarhelst meira enn 1, tí tá var Liljan Weihe fyri. Málið varð tí trekt aftur.

Her kann hugsast, at Ingilín Didriksen Strøm telist millum tey skeptisku í Javnaðarflokkinum. Hon hevur markerað seg sum umhvørvisforsprákara, og fleiri náttúruverndarfelagsskapir og einstaklingar hava gjørt vart við, at valda tunnilslinjuføringin ger seg inn á náttúruna í serliga Sandoynni. Tað er ikki nóg mikið fyri Ingilín og møguliga Liljuna at atkvøða ímóti Suðuroyartunnilsmálinum einsamøllum, tí ov mikið er av andstøðuatkvøðum til at bera tað ígjøgnum kortini. Men við at atkvøða ímóti hægri pensjónsaldri kunnu bæði Ingilín og Liljan gera seg til hetjur í fakfelagseygum við at steðga hægri pensjónsaldri og samstundis forpurra valdu linjuføringini.

Ingilín Didriksen Strøm nevndi eisini undir 1. viðgerð av pensiónsmálinum, at um onki verður gjørt við at stytta arbeiðsvikuna, so er hon ikki fyri at leingja arbeiðslívið hjá fólki (sí tíðindastubban niðanfyri her). Her er tað ein veruleiki, at Aksel V. Johannesen í skjótt 4 ár ikki hevur megnað at mýkt sannføringina hjá teimum í samgonguni, sum eru ímóti styttri arbeiðsviku, og tí er onki framstig hent í tí málinum.

Tann samgongumótstøðan kemur helst úr Framsókn, og tað merkir so, at tey 9 javnaðartingfólkini gera ”dupult knæfall” fyri teimum 3 framsóknartingfólkunum. Dupult, tí Framsókn hevur bæði dikterað fyri Javnaðarflokkinum, at føroyingar ikki skulu hava styttri arbeiðsviku, og at føroyingar eiheldur skulu sleppa frá við eftirløn, tá teir gerast 68 ár. Tað er væl skilligt, um tað er ein ov stórur kapitalistiskur gloypibiti fyri eina idealistiska javnaðarkvinnu í yngra endanum at svølgja.

Tað verður tí ein serstakliga spennandi mánamorgun tann 23. februar.

Tingfundurin byrjar kl. 9:30. Fyrst (og næst) á skrá er pensiónsmálið, og eftir tað – um vit framvegis hava eitt virkisført Løgting – kemur málið um Suðuroyartunnil.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival