Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Rachlin
Birgir Kruse hevur oftani viðkomandi og beinraknar viðmerkingar á sínum bloggi, BirkBlog. Hann var við til løtuna í Rótini leygardagin, har Samuel Rachlin hugleiddi um: Heimurin á einum vegamóti - Hetta sum partur av Torraskránni.
Birgir Kruse skrivar:
Leygardagin helt danski høvundurin og journalisturin, Samuel Rachlin, talu á Torradøgum í Klaksvík. Hann er 79 ára gamal og hevur upplivað meir enn tey flestu. Bara navnagávan, foreldrini itu Israel og Rachel, avdúkar jødiska sambandið, og so at verða tikin úr Ukraina og flutt móti teirra vilja til Sibiria, og sum tíggju ára gamal enda í Danmark, er ein bakgrund, vit sjálvdan raka við á einum almennum tiltaki, sum ikki hevur missionerandi endamál at stuðla upp undir og verða hjáputur hjá troyttum livibreyðspolitikarum herheima, ella fyri tann saks skuld í øðrum londum og parlamentum, uttan at nevna nakran við navni.
Fyri mær at síggja var tiltakið í Klaksvík leyst av øllum tílíkum bondum og ætlanum.
Talarin, sum hevði skrivað sær eitt essay á leparnar, var hugtikin av náttúruni og sýninum úr nýggja Húsarhaldsskúlanum, sum hevur fingið navnið Rótin.
Fult hús var, eg sat næstaftast, og í næsta rúmi gjørdu blásarar klárt til eitt tiltak við sálmum, so í harða akustikkinum mátti eg hugsa mær, at tað vóru russarar, ið skramblaðu tiltakið og høvdu tendrað stoysendaran at ørkymla Rachlin.
Í løtum styrkti hetta um boðskapin, sum var ein lýsing av miðlastøðuni, har ein sannkenning er, at aldri fyrr hava so nógv vita, ella í hvussu er havt atgongd til so nógva vitan, sum nú.
Samstundis tekur talgilding yvirhond, hin einstaki er í miðdeplinum, heldur enn vælvirkandi redaktiónir, og karmurin um henda gerandisliga veruleika er ikki vitan og upplýsing í vanligari fatan, men ein tiltakandi polarisering, har vit í eysturi hava Putin, sum livir í eini konstantari krígsstøðu, og í vesturi Trump, sum livir í einum reality sjovi sum Løvens Hule, har fólk verða dømd úti við orðunum ‘You’re fired!’, ið verður herrópið hjá forsetanum.
Øll upplýsing verður upployst, er áhugaverda niðurstøðan hjá journalistinum, sum undirstrikar støðuna við uppáhaldinum, at alt er gjørligt og einki er sætt. Seinasta naglan í heimsmyndina av heiminum á einum vegamóti fær Elon Musk, sum næstur mektigasta forseta sleppur at siga at empathy, íkensla og innlivan, er mest grundleggjandi veikleikin í vesturheiminum.
Nú er hann eisini burtur frá forsetanum og aðrir koma til, allir við eins víðgangandi sjónarmiðum og Farage, Orban og allir hinir, ið gera hvønn morgun ótryggan, tí tú veitst ikki hvønn tú fórt í song við í gjár og vaknaði við í morgun, sum Rachlin segði.
Tað óstøðuga er blivið ein normalitetur, ið skal gera okkum ótrygg, so fólkafíggindar, forførarar og óstøðugir persónar, kunnu taka maktina og halda seg til hana í langa tíð, til broytingar, menniskjanum at frama og ikki maktini fyri hennara egnu skuld, vónandi aftur koma í. Í somáta eru vit nærri triðja heimsbardaga enn nakrantíð, hetta drúgva friðarskeið síðan 1945, segði talarin.
Stóra upplivingin var karmurin og veruleikin at hoyra Rachlin á opnum palli púra óbundnan, gamaní við nakað av forstýrilsi, men uttan tjóðskaparligar ella religiøsar markeringar, sum vit síggja í Havn, siga nakað av tí, sum lá honum á hjarta hesa løtu í Klaksvík undir heitinum Heimurin á einum vegamóti.
Ein góð løta, sum savnaði nógv fólk, og helst festir í tankar um støðuna úti í heimi og her hjá okkum við so góðum útsýni, at tað kann taka pippið frá sjálvt tí mest roynda fyrilestrarhaldara, tá vit byggja við vágna og draga øll tjøld frá, so verðin verður nærri enn nakrantíð.
Inngangurin hjá Dáva var heldur ikki uttan dygdir, tá hann mintist russiska móðurskipið við bryggju í Fuglafirði, har vit sóu film, sum russarnir kallaðir "Kino", fingu karamellu og Gagarin og serliga Lenin-nálir í bringuna. Sovorið samband var ikki við bretar.
Takk fyri løtuna!