Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.02.2026 - 17:18 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

 
Steypafinalurnar í hondbólti halda fram í dag, og lagt varð fyri við finalu í bólkinum G14 B. Her stóð slagið millum Stjørnuna og Tjaldur. Hóast tað ikki bleiv til tey nógvu málini, so gjørdist dysturin rættiliga spennandi. Hálvleiksstøðan var 5-4 til Stjørnuna.
Tað gekk eisini javnt á allan seinna hálvleik. Tá 15 sekund vóru eftir at leika, javnaði Tjaldur við brotskasti til 11-11. Stjørnan fór síðani í álop, og tá tað restaðu trý sekund, avgjørdi Ida Müller dystin við einum langskoti, sum fór í mál.
 
Norðlýsið ynskir stjørnugentunum tillukku við steypinum
 
Tær sum mannaðu liðið: Ida Matras Schmidt, Elin Sofía Kalsø, Klára Maria Leifsdóttir, Uhenya Lukama, Anna Jógvansdóttir, Paula J. Høj, Ida Müller, Emily Thomsen, Vón Arge Ellingsgaard, Silja Hansdóttir Reyðberg, Lydia Áarskarð, Silja Uranusdóttir Olsen og Íðunn Signarsdóttir Kallsberg.
Venjarar: Sámal Jákup Djurhuus og Julia Jónleifsdóttir Lydersen.
 
Ida Müller dagsins leikari
 
Eftir dystin bleiv dagsins leikari kosin, og gjørdist tað Ida Müller hjá Stjørnuni. Ida var toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum. Tillukku Ida.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Lýsing