Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ingilín Didriksen Strøm fer allarhelst at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin, tykist greitt, eftir at hon var á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani

Ingilín verður ikki bjargingin hjá verkafólki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2026 - 12:24 Politikkur Tíðindi Vinna

Hóast Ingilín Didriksen Strøm áður hevur sagt, at ein treyt fyri, at hon fór at taka undir við hægri pensjónsaldri, var, at arbeiðsvikan varð stytt, sigur hon seg nú kortini fara at atkvøða fyri hægri pensjónsaldri, hóast arbeiðsvikan ikki er stytt og onki uppskot er komið um at gera tað heldur.

Kringvarpið visti í gjár at siga um ein rokmiklan fund í Javnaðarflokkinum, og tað er møguliga har, at øll í Javnaðarflokkinum hava fingið boð um at atkvøða fyri. Í øllum førum hevur Ingilín júst verið á tingsins røðarapalli og givið sterkar ábendingar um, at hon fer at atkvøða fyri uppskotinum um hægri pensjónsaldur.  

Eftir at fakfelagsrørslan um vikuskiftið hevur kært sína neyð og staðiliga mælt frá at samtykkja uppskotið, birtist í gjár ein vón, tá Kringvarpið og Norðlýsið vístu á, at Ingilín D. Strøm áður hevur sagt, at hon ikki tók undir við hægri pensiónsaldri, um arbeiðsvikan ikki varð stytt. Onki uppskot er komið um styttri arbeiðsviku, so líkt var til, at Ingilín D. Strøm tí fór at atkvøða ímóti.

Áður hevur Liljan Weihe sagt seg ikki taka undir við uppskotinum, men tað er ikki nóg mikið til at fella tað. Neyðugt verður við einum samgongutingfólki afturat, ið atkvøðir antin blankt ella ímóti.

Tað tykist nú vera greitt, at tað samgongutingfólkið ikki verður Ingilín Didriksen Strøm.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…