Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinir Johannesen, løgmaður handar Jacob Vestergaard setanarskrivið sum landsstýrsmaður í vinnumálum | Mynd: Oliver Joensen

Visit Faroe Islands kann taka tað róligt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  13.04.2026 - 18:06 Politikkur Tíðindi

Ein av gomlu kenningunum í nýggju landsstýrismanningini er Jacob Vestergaard. Hann er helst best kendur sum fiskimálaráðharri, men hevur roynt seg við øðrum málum og skal komandi 4 árini umsita vinnumál, herundir landbúnaðarmál

 

– ”Kenslan er góð; tað er altíð gott at koma í Landsstýri og kunna gera mun, landi og fólki at frama. Jeg havi staðið í somu støðu fyrr; hetta er sættu ferð, at eg eri í Landsstýrinum. Her eru nøkur ting, sum skulu orðnast beinanvegin, og í næstum fara vit at raðfesta, hvat skal gerast fyrst. Eitt mál, sum væl kann hugsast verður viðgjørt skjótt, er málið um ræðisrættin á jørðini. Eisini skal nokkso skjótt hyggjast upp á ferðavinnulóggávuna”, sigur Jacob, sum tó leggur afturat, at privatisering verður talan ikki um:

– ”Tað [privatisering, blðm.] liggur ikki í kortunum. Persónliga kundi eg ynskt mær tað, men tað er ikki partur av samgonguskjalinum, so tað verður ikki gjørt. Men um ræðisrætturin liggur hjá tí, sum hevur jørðina – tað ger hann ikki ordiliga í dag – so er tað eisini á góðari leið. Tað letur seg væl gera løgfrøðiliga, og vit hava eina breiða samgongu, so vit kunnu uttan iva fáa eina góða loysn á økinum. Tað ivist eg ikki í”, sigur hann.

Spurdur um Visit Faroe Islands svarar Jacob:

– ”Tey í Visit Faroe Islands kunnu vera púra rólig, nú eg blívi landsstýrismaður. Men eg haldi, og havi alla tíð hildið, at ræðisrætturin skal liggja hjá teimum, sum eiga lendið og jørðina, og at tey eiga at fáa fyrimunirnar av tí, eisini í ferðavinnuhøpi, og tí ætli eg mær at arbeiða fram ímóti”, sigur Jacob Vestergaard, sum endar við at siga, at hann væntar, at hansara drúgvu royndir fara at verða honum til fyrimuns í starvinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni