Veðrið til á middegi í morgin
Hesa vikuna og í næstu viku er ein praktikkantur frá valskúlanum hjá Skúlatrøð á Veðurstovu Føroya. Hann eitur Símun Háberg, er 16 ára gamalur og úr Klaksvík.
Hann fer at leggja forsøgn fyri veðrið í Klaksvík á heimasíðuna hjá Norðlýsinum – eina hvønn gerandisdag í tvær vikur. Kanska onkur gleppur, tí hann skal eisini gera annað enn at sita við teldu.
Forsøgn galdandi til á middegi í morgin, skrivað klokkan 11.30:
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, ádrigið og yvirhøvur turt, í nátt samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað ella hálvskýggjað og turt. Hitin 5 til 8 stig.