Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2 á Fleyr

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  13.04.2026 - 13:30 Ítrottur Tíðindi

Í Bónus steypakappingini hjá monnum spældi Mjølnir í gjár við eld, tá ið Fleyr fekk dystarbólt í fimta setti, men Mjølnir hóraði undan og vann loksins javnbrótaran 17-15

 


Bónuskappingin, menn:
Fleyr – Mjølnir 2-3 (25-13, 17-25, 21-25, 25-23, 15-17)

 

Var tað hinvegin Fleyr, sum vann javnbróraran, hevði Mjølnir endað á fjórðaplássinum, og hevði tí skula spælt hálvfinalu ímóti føroyameistaranum SÍ, sum hevur vunnið bólkin. Men enn er ikki sloppið hjá Mjølni, tí vinnur Fleyr sær eitt stig í síðsta dystinum ímóti SÍ í morgin, fer Fleyr framum Mjølnir og skal so møta ÍF í hálvfinaluni. Skipanin er, at nr. 1 og 4 møtast í aðrari hálvfinaluni og nr. 2 og 3 í hinari.


Í javnbrótaranum í gjár legði Fleyr betur fyri og legði seg á odda 7-4 og 11-7, men eftir leikbrá vann Mjølnir fimm stig á rað fór  framum 12-11 og fekk eisini dystarbólt við støðina 14-12. Men  við trimum á rað til Fleyr fingu havnarmenn brádliga dystarbólt við støðuna 15-14, sum teir tó ikki gagnnýttu, tí klaksvíkingar vunnu teir næstu tríggjar bóltarnar og settið 17-15. Vuc Ilic gjørdi tað til 16-15 við risablokki, áðenn síðsta smassjið hjá Fleyr fór út av vøllinum, so at Mjølnir vann dystin.

 

 

Ein dystur restar í í bólkaspælinum: Fleyr - SÍ, sum verður spældur í morgin kl. 19.

Hálvfinalurnar verða spældar í Kollafirði leygardagin 18. apríl, og finalurnar við Tjarnir leygardagin 25. apríl.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…