Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

SKRIVAÐ: Sigrid J. Dalsgaard  |  12.04.2026 - 16:00 Politikkur Tíðindaskriv

Kann eg gleða meg til at fylla bíligari bensin á bilin, tí Magn og Effo vera non-profit, líkasum SEV ? Ella kann eg gleða meg til at fáa vinningsbýtið frá SEV, líkasum eigarar hjá Magn og Effo fáa?

 

 

Persónligur vinningur hjá Ben Arabo?

Ben Arabo, stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum, er ein av uppruna eigarunum í Magn, umvegis sp/f Orkufelagið. Sum ein góður javnaðarmaður, vænti eg, at hann fer at tryggja, at eg fái líka nógv burturúr at elveitingarlógin verður rullað aftur, sum sp/f Orkufelagið fær. Eftirsum at Magn hevði yvirskot á 66 mió kr bert síðstu tvey árini, so má eg hava okkurt at gleða meg til. Annars er tað ikki javnaðarpolitikkur.

Vit, tú og eg, eru partaeigarar í SEV, teir eru partaeigarar í Magn og Effo. Hví skal SEV vera non-profit fyri sínar eigarar, tá onkur javnur maður kann vinna pening umvegis sølu gjøgnum SEV?

 

505 mió í vinningsbýtið frá Magn og Effo

Úr tínum lumma, og sjálvandi eisini við at selja olju til skip (sum teir* næstan øll eiga sjálvir, uttan tey hjá SSL og onkur fá onnur), so hava Magn og Effo givið sínum eigarum eitt samla vinningsbýtið á 505 mió kr síðstu 9 árini.

 SEV kann ikki geva vinningbýtið, tí elveitingarlógin sigur:

§ 10. 1) SEV skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.

Altso: SEV er í princippinum non-profit og kann ikki gjalda vinningsbýtið til sínar eigarar, sum eru kommunurnar (tú og eg).

Kann eg gleða meg til at Bárður á Steig Nielsen fer at broyta elveitingarlógina soleiðis at eg, SEV, eisini kann fáa vinning ?

 

Tú er noydd/ur at gera íløgur vegna Magn og Effo

Í dag er SEV bundið til at keypa allan orkuna, sum vindmyllulundirnar framleiða. Í dag sigur lógin:

§ 12. 1) SEV hevur skyldu at keypa tað el, sum verður framleitt av loyvishavarum sambært loyvunum.

Tað vil siga, at SEV skal keypa orku, tí tað er nógvur vindur og ikki tí at SEV hevur nakran at selja orkuna til. Fyri at hetta ikki skal koyra SEV á heysin, má SEV byggja battarístøðir til at goyma orkuna, inntil vit hava ein keypara.

Kann eg gleða meg til at tað verður álagt vindmyllueigarum, at sjálvi goyma orkuna inntil at hon skal brúkast? Ella kann eg selja teimum goymslupláss við vinningini?

 

Skal kommunal ogn geva vinningsbýtið til Ísland

Ein stórur eigari í Magn er íslendska felag IREF ehf. Tað kann ikki vera áhugin hjá nøkrum føroyingi, at kommunal ogn skal gjalda fyri vinningsbýti til eina íslendska fyritøku. Tískil gleði eg meg til at hoyra frá Ben, Bárður og Beinir ”What’s in it for me?”

Hvønn fíggjarligan ágóða fái eg, sum eigari av SEV?

Sigrid J. Dalsgaard, ein av 55.000 eigarum í SEV

 

* Teir: Magn og Effo eru fylgi bl.fo lutvíst ogn hjá verandi ella fyrrverandi reiðarum, sum Varðin, Framherji, Palli hjá Mariannu, Gullak Madsen. Hartil eru m.a. hesir eigarar; Torvaldur Hrafn Gissurarson, IREF, Teitur Nolsøe Poulsen. Tað er bert ein eigari, sum er atkomuligur hjá vanligum deyðiligum lønmóttakarum, og tað er umvegis P/F LÍV Lívs- og Pensióntryggingarfelagið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað