Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur varð forbígingin, tá landsstýrissessirnir skuldu mannast, og tað harmar bæði hana sjálva, Javnstøðunevndina og felagsskapin Demokratia, sum bæði høvdu ynskt og væntað størri javnstøðu í Tinganesi

Stríð um javnstøðu í Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2026 - 13:19 Politikkur Tíðindi

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur við Kringvarpið, at hon hevur bjóðað seg fram sum landsstýriskvinna og eisini hevði væntað sær at fáa sessin, men at sessurin, hon hevði ætlað sær, fór til Jacob Vestergaard. Harvið gjørdist Fólkaflokkurin einasti samgonguflokkur við bert monnum í Landsstýrinum; nakað sum er harðliga átalað av Javnstøðunevndini og felagsskapinum Demokratia.

 

 

Og tað er ikki tí, at Elsebeth sjálv hevur valt løgtingssessin fram um. Orðarætt sigur hon:

– ”Sjálvandi hevði eg bjóðað meg fram sum landsstýriskvinna í vinnumálum og væntaði sjálvandi, at eg fekk landsstýrissess, havandi í huga, at eg hevði nógvar royndir og eri væl kvalificerað, umframt tað álit og tann dygga stuðulin, sum fólkið vísti mær til løgtingsvalið. Sessurin fór tó til Jacob Vestergaard. Tá hetta er sagt, fari eg at ynskja øllum Landsstýrinum og løgmanni hepna hond við arbeiðinum”.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skuldi í Kringvarpið í gjárkvøldið at tosa um javnstøðu, men fekk forfall.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum og komandi løgmaður, segði fyrr um dagin, at tað verður kompenserað í Løgtinginum fyri vantandi javnstøðuna í Landsstýrinum, og sipar hann her til ”tungar” nevndarpostar, men tað var ikki nóg mikið at kyrra vøtnini.

Í komandi Landsstýri fara at sita 5 menn og 2 kvinnur. Kvinnuumboðanin verður tí 29% og endurspeglar ikki kvinnuumboðanina á Løgtingi, sum sambært Demokratia er 39%. Við trimum kvinnum av sjey hevði kvinnuumboðanin verið 43% og harvið rakt munandi nærri fólkavaldu umboðanini. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund