Klakksvík skal eita Einvegis
Í Klakksvík er ein stórur trupulleiki sum kommunan ikki loysur. Tað er parkeringsviðurskiftini. Og tað er sera troyttandi at búgva í Klakksvík, tá tað næstan ikki ber til at koyra í býnum
Kommunan klárar ikki at gera parkeringspláss nakrastaðnis. Bilar standa parkeraðir allastaðni á vegum í Klakksvík. Tá bilar møtast, má annar bilurin fara uppá fortovskantin. Og parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar, er nú komið eitt krav at parkeringspláss skulu verða inni á privatum grundstykki. Men tað er allíkavæl loyvi at parkera á vegnum. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar, verða vegirnir gjørdir nógv smalri enn standard breidd - OG man hevur loyvi at parkera á vegnum. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Varaborgarstjórin gekk sær ein dagin ein túr á vegnum Undir Fossum í Klakksvík. Hetta er einasti vegur í Klakksvík, har tað væl ber til at koyra á vegnum – hóast bilar standa parkeraðir framvið vegnum. Tá skrivaði hon á Facebook, at hon ætlaði at smalka tann vegin. Ja, tú las rætt: SMALKA vegin. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Nú er býráðið fari at gera vegir í Klakksvík til einvegis, tí so nógvir bilar standa parkeraðir á vegunum, at tað er ikki koyrandi longur. Ein vegur fyri, og annar eftir verður til einvegis. Hvar enda vit? Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Eg hoyri nógv fólk siga, at tey tíma sera illa at fara ein túr til Klakksvík. Tí tað er næstan ikki koyrandi í býnum. Sum tíðin gongur, hoyrir man hetta meir og meir. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Til hvørt kommunuvæl seinastu 15-20 árini hevur hesin trupulleikin verið eitt umráðandi evni – men parkeringstrupulleikin stendur við og versnar. Fyri at fáa fólk at gevast við at trýsta kommununa til at loysa trupulleikan, hava teir gjørt eitt parkeringsøki omanfyri sleipistøðina. Hetta parkeringsøki hava teir drigið út so leingi sum gjørligt. 90% av tíðini, tá man hevur koyrt forbí har tey seinastu árini tá tað var í gerð, sást einki arbeiðsfólk. Við hasari ferðini verður parkeringstrupulleikin aldrin loystur. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Nú frættist at býráðið ynskir at tveita Föroya Bjór úr miðbýnum. Hetta tí ov fá parkeringspláss eru har. Borgarar í Klakksvík ynskja Föroya Bjór júst har tað er. Tað at kommunan ikki klárar at planleggja at gera parkeringspláss, hevur einki við Föroya Bjór at gera. Men nú sær tað út sum um at parkeringstrupulleikin skal reka vinnuna úr býnum. Og harvið kemur inntøkan hjá kommununi at minka. Ikki er tað heldur sera lokkandi hjá øðrum fyritøkum av byggja vinnubygningar í Klakksvík, tá tað er so torført at koyra í Klakksvík. Parkeringstrupulleikin stendur við og versnar.
Eg minnist ein annan trupulleika sum Klakksvík hevði fyrr. Tað var kloakkviðurskiftini í Klakksvík. Tá fóru fólk at kalla Klakksvík fyri Kloakksvík. Tað einasta eg spekuleri uppá nú, er um man skal kalla Klakksvík fyri Einvegis.
John Jákupsson Petersen