Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði Klaksvík
Vit vóru við tá Halla Tómasdóttir forseti Íslands og maður hennara Bjørn Skúlason vitjaðu í Klaksvík í gjár
Klokkan 14 í gjár komu Íslendsku forsetahjúnini til Klaksvíkar. Føroya Løgmaður við frú var eisni við í fornemma fylginum.
Fyrst varð vitjað í Klaksvíkar kommunu har Karl Johansen, borgarstjóri og býráðslimir tóku ímóti. Síðani varð farið til íslendskt–føroyskt vinnutiltak í Varpinum. Ungir tónleikarar frá Klaksvíkar tónlistaskúla framførdu tvey løg og røður vórðu hildnar.
Forsetahjúnini vitjaðu eisini hjá listamanninum Edward Fuglø.
Kappróðraneystið varð eisini vitjað og sum nakað serstakt fór íslendski forsetin í bátin og royndi síni rógvikynstur.
Seinasti parturin av vitjanini fyrigekk seg í Rótini har Klaksvíkar kommuna at enda var vertur fyri einum døgurða.