Lýsing
Lýsing
Upptakt: NSÍ-KÍ
Í kvøld skal avgerast, um KÍ skal spæla finalu um løgmanssteypið annað árið á rað.
KÍ hevur eina leiðslu á 4-2, men nú er dysturin í Runavík, har NSÍ hevur vunnið allar sínar dystir í ár. Hjá NSÍ hava Kristian Joensen. Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen ikki spælt síðstu dystirnar. Hjá KÍ eru Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen ikki tøkir vegna skaða, meðan ivamál er um Hall Hansson.
Dysturin í Runavík byrjar kl. 18.30. Dómari verður Høgni Madsen (broytt á dystardegnum, skuldi upprunaliga verða Leivur Zachariassen.)
Seinastu tíðindini