Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bjór úr kommununi

SKRIVAÐ: Karl Johansen  |  10.04.2026 - 16:07 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg í morgun sá á Norðlýsinum, at Annika Waag, sum var á býráðsfundi í gjárkvøldi, fekk tað uppfatan, at Klaksvíkar kommuna als ikki ynskir Føroya Bjór í býnum, ella í kommununi yvirhøvur.

 

 

Orsøkin var eitt mál um parkering í miðbýnum, har ein partur av málinum var eitt 900 fermetrar stórt økið, sum Føroya Bjór skuldi hava loyvi at nýta.

Drúgt samskifti hevur verið við Føroya Bjór um økið millum matrikullin hjá Føroya Bjór og kanalina, sum skal gerast vestanfyri nýggja hotellið. Hetta er eitt øki uppá einar 2500 fermetrar av kommunalum lendi, har kommunan saman við eigarnum av nýggja hotellinum hava gjørt avtalu um at leggja eitt alment parkeringspláss, sum skal taka 30 – 35 bilar.

Hetta hevur Føroya Bjór fingið til viðmerkingar og góðkent. Restin, uml. 900 fermetrar er meiningin, at Føroya Bjór skal fáa loyvi at nýta til sítt virksemi.

Tað sum Føroya Bjór og Klaksvíkar kommuna ikki eru samd um, er hvussu leingi Føroya Bjór skal hava rættin til lendi.

Tað, sum býráðið samdist um í gjárkvøldið var at fremja Parkeringsplássi og annars taka upp samraðingar við Føroya Bjór um nýtslu av lendinum.

Nei, Klaksvíkar kommuna ynskir ikki á nakran hátt at reka Føroya Bjór úr kommununi.

 

Vinarliga. Karl Johansen

Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund
Vinnumenning í Norð­oyggjum á breddanum
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Skúlin á Trøðni 50 ár: Ein varði í føroy…
Javnstøða skal vísast ikki lýsast
Útróðurin í dag
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn