Neyvan nakar eyka heilsuskúli í Havn
Sum samgonguskjalið er orðað, verður helst ongin heilsuskúli afturat tí verandi settur á stovn í Føroyum. Nýskipanarnevndin heldur fram við at rationalisera almenna bygnaðin, váttar Beinir Johannesen, og í feska samgonguskjalinum verður lagt upp til heldur at minka um talið av almennum stovnum enn at upprætta nýggjar.
Í valstríðnum skrivaði eitt valevni hjá Tjóðveldi m.a. um at gera møguleikar at útbúgva seg til heilsuøkið í meginøkinum, og áður hava tinglimirnir hjá Framsókn sagt seg vilja hava ein heilsuskúla í Havn. Eisini fyrrverandi borgarstjórin í Havn, sum tá var tingmaður fyri Javnaðarflokkin, var talsmaður fyri tí. Tey søgdu eisini, at endamálið var ikki at máa grundarlagið undir verandi skúla, ið skuldi halda fram.
Men tað verður allarhelst ikki aktuelt, nú samgonguskjalið er framlagt og almannakunngjørt. Í tí stendur nevniliga, at ”Vit vilja kanna møguleikarnar fyri samanlegging ella niðurlegging av stovnum.” og ”Dupultfunktiónir skulu burtur.”
Tað kann valla lesast øðrvísi enn, at tað ikki verður farið undir at upprætta eina dupultfunktión afturat við at seta ein heilsuskúla á stovn í Havnini, í øllum førum ikki í hesum valskeiðnum. At omanfyrinevndu politikararnir allir eru endaðir í antin andstøðu ella uttan fyri landspolitikk, bendir á sama bógvin.