Lýsing
Lýsing
Lýsing
Um tað er tilvitað ella av tilvild, skal vera ósagt, men ymisku økini í Føroyum eru, Sandoyggin undantikin, væl umboðað í nýggja Landsstýrinum. | Mynd: Sjálvgjørd mynd

Munandi betrað landafrøðilig umboðan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2026 - 13:26 Politikkur Tíðindi

Verður sæð burtur frá Sandoynni, ið tykist at verða gloppin heilt niðurímillum, tekur landafrøðiliga umboðanin í Landsstýrinum hædd fyri øllum hinum 6 økjunum í landinum.

Tá undanfarna samgongan tók við í 2022, vóru 7 av 9 landsstýrisfólkum úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroynni. Onki av hinum økjunum varð umboðað. Síðani vóru fleiri rokeringar, og tá valskeiðið endaði og løgtingsval varð útskrivað, var talið av aðalráðum 6. Tá vóru 4 landsstýrisfólk úr Havn, 1 úr Suðuroy og 1 úr Norðoyggjum.

Nú nýtt landsstýri verður skipað, eru øll økini í landinum uttan Sandoyggin umboðað. Løgmaður, Beinir Johannesen, býr í Klaksvík. Undirvísingar- og Mentamálaráðharrin Bárður á Lakjuni býr í Eysturoynni. Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðharrin Bárður av Steig Nielsen býr í Vestmanna. Eyðdis Hartmann Niclasen, heilsumálaráðfrúgv, býr í Vágum. Aksel Vilhelmsson Johannesen og Margit Stórá, ávikavist fíggjarmálaráðharri og heilsumálaráðfrúgv, búgva bæði í Tórshavn/Hoyvík. Og Jacob Vestergaard, nýggjur vinnumálaráðharri, býr á Økrum.

Sandoyggin fekk heldur í fyrstu syftu onki umboð valt á ting, men við hesari landsstýrismanningini kemur Kristian Krog Hentze av Sandi inn sum fastur varalimur fyri Fólkaflokkin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…