Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fagraberg farin til fiskiskap

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  08.04.2026 - 19:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Týsdagin 31. mars, kom nýggi Fagraberg á Fuglafjørð. Síðani hava fáir arbeiðsdagar verið at gera skipið klárt í, vegna páskirnar. Fyrrapartin var klárt og menn vóru spentir at sleppa til fiskiskap eftir svartkjafti.

 

Sum siðvenja er, varð andakt umborð áðrenn loyst var frá landið fyrsta túrin. Manningin og umboð fyri reiðaríðið vóru við.

Á skránni var sangur, Guds orð við sjómanstrúboðaranum, heilsan frá kokkinum, bøn og signingin.

Reiðarin, Anfinn Olsen, bar eisini eina heilsu til manningina.

Síðani var ynskt: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Reiðarin loysti endan við ynskjum um Guds signing og varðveitslu. Stásiliga skipið fór frá bryggjuni, floytaði tríggjar ferðir og setti síðani kós út av Fuglafirði.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…