Lýsing
Lýsing
Lýsing

Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbóltsskúli U12 og U14

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2026 - 15:12 Ítrottur Tíðindi

Í sambandi við altjóða hondbóltskappingina Wenzel Nordic Cup, verður eisini skipað fyri einum hondbóltsskúla fyri U12 og U14 leygardagin 15. august Við Tjarnir.

 

Her fáa tey ungu ein serstakan møguleika at venja saman við altjóða hondbóltsstjørnum og royndum venjarum frá feløgum sum GOG, Kiel og Valur. Dentur verður lagdur á menning, spæligleði og at øll fáa eina góða uppliving.

 

Heimskent stórfelag úr Týsklandi á vitjan

Størsta navnið í kappingini er týska stórfelagið Kiel, ið verður roknað millum heimsins sterkastu hondbóltsfeløg. Kiel hevur vunnið týsku Bundesliguna og Champions League fleiri ferðir og er kent fyri sína professionalismu og sterka hóp.

Seinast vunnu teir á Champions League-vinnaranum SC Magdeburg. Á liðnum hjá Kiel er eisini føroyska stjørnan Elias á Skipagøtu.

 

Danskt toppfelag við føroyskum stjørnuskoti

Danska felagið GOG er eitt av fremstu liðunum í donsku kappingini og er kent fyri sítt framúr góða ungdómsarbeiði og skjótan, tekniskan hondbólt.

Nýliga tryggjaði GOG sær bronsu í donsku steypakappingini, og á liðnum er føroyska stjørnuskotið Óli Mittun.

 

Meistarar úr Íslandi

Úr Íslandi kemur Valur, ið fyri stuttum vann EHF European Cup og harvið staðfesti sína støðu millum sterkastu liðini í Evropa.

Á liðnum hjá Vali spæla tveir føroyingar – Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi

Hondbóltskúlin er ætlaður øllum hondbóltsáhugaðum – bæði royndum og óroyndum.

Kostnaðurin fyri hondbóltskúlan er Kr. 700,- (+ ómaksgjald kr. 30,-). Miðmáli og tilmeldingarblusa er íroknað.

Keyp atgongumerki á: www.eventz.fo/hondboltsskuli

Stuðla Wenzel Nordic Cup 2026 hava: Trygd, Carrent, SMS, Føroya Tele, Haps og Magn

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…