Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skaðar fyri 342 milliónir í 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2026 - 21:47 Tíðindi Vinna

- Tilsamans fingu kundarnir hjá Betri Trygging 342 milliónir kr. í endurgjaldi fyri skaðar í 2025. Eingin stórur stormur var í fjør, og tað ávirkar bæði talið á skaðum, samlaða endurgjaldið og endaliga úrslitið, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

 

Betri Trygging hevði eitt yvirskot á 88 milliónir kr. í fjør. Tað er nakað betri enn fyrraárið, og ymsar orsøkir eru til tað.

- Tryggingartekniska úrslitið var gott. Á inntøkusíðuni fingu vit fleiri kundar, ið sum heild tryggja seg betur, samstundis sum íløgurnar góvu gott avkast. Tá ið tað kemur til útreiðslurnar, hava vit megnað at halda kostnaðarstøðinum niðri, samstundis sum skaðarnir vóru færri enn undanfarin ár. Tað sæst til dømis aftur, at eingin stormur var og at bert fáir stórir vinnuskaðar vóru, greiðir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri, frá.

Inntøkurnar vóru tilsamans 563 milliónir kr, og av teimum vóru 342 milliónir útgoldnar kundunum fyri skaðar.
12.600 kundar fingu endurgjald frá Betri Trygging fyri skaðar í fjør.

 

Onnur átøk í 2025

- Annað árið á rað hava vit somuleiðis latið akfarskundunum bonus fyri skaðaleysa koyring, har tey, sum ikki hava havt nakran akfarsskaða í einum kalendaraári, fáa bonus. Tilsamans 7,5 milliónir vórðu latnar fyri Skaðaleysa koyring, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Hon leggur afturat, at felagið støðugt arbeiðir við at menna vørur og tænastur sínar, og seinasta árið hevur fokus serliga verið á biltryggingina. Nú er vorðið enn lættari at velja júst ta biltrygging, ið hóskar best.

- Harafturat arbeiðir Betri Trygging eisini við síni ábyrgd innan burðardygd. Vit eru limur í felagnum “Varandi Vinna” hjá Vinnuhúsinum, og vit taka hetta arbeiðið í stórum álvara. Eitt nú hava vit á fyrsta sinni gjørt eina ESG frágreiðing (Environmental, Social and Govarnance), hóast tað ikki sambært lóg er kravt av okkum. Frágreiðingin staðfestir, hvussu vit arbeiða innan umhvørvi, sosial viðurskifti og virkisleiðslu. Hetta gevur bæði kundum og samstarvsfeløgum betri innlit í virksemi okkara, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

Víðari til ársrokniskapin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…