Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so væl, sum KÍ gjørdi hendan dagin - yvirhøvur

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  07.04.2026 - 08:34 Ítrottur Tíðindi

Landsliðslegendan Jóannes Jacobsen, rósti KÍ kvinnunum upp um skíggini, fyri góða spælið móti NSÍ, tá ið hann greinaði dystin í Fótvarpinum herfyri.

"Eg leggi høvdið á blokkin, og sigi at eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so væl, sum KÍ gjørdi hendan dagin - yvirhøvur. Ekstremt góður fótbóltur"

So avgjørdur var Jóannes Jacobsen, tá ið hann umrøddi avrikið hjá KÍ kvinnunum móti NSÍ á heimavølli.

"Tvey av málunum vóru reinar perlur", segði hann víðari, tá ið hann umrøddi málið hjá Malenu Olsen við hælinum og Sannu Svarvadal, sum smekkaði bóltin í longru síðuna.

Eisini tók Jóannes fram týdningarmikla leikarin hjá KÍ, ið eisini gjørdist dagsins leikari, Tórunn Joensen, ið er við í næstan øllum farligum álopum. Hann rósti henni fyri hennara skjótleika, renniorku og tann skapandi leikari, sum hon er.

Landsliðslegendan nevnir eisini í sínari metan, at venjarin, Kaveh Magnusson, má vera komin við nøkrum nýggjum hugskot, har tær sleppa bóltinum skjótari og standa longri vekk frá hvørjari aðrari og hava betri pláss og fáa betri útspælt mótstøðuna.

Fótvarpið við Jóannes Jacobsen kann síggjast HER

Brotið um KÍ kvinnurnar er frá uml. 12 minutti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…