Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í hálvfinaluni mánadagin vann Miriam í Grótinum ein tepran sigur á Ranju Joensen úr KBF. | Mynd: BSF

Mia og Miriam eru í FM finaluni í einmansleiki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2026 - 22:30 Ítrottur Tíðindi

Tær báðar Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum møtast leygardagin í finaluni í einmansleiki hjá kvinnunum í KONTRAST FM. Hinir finalistarnir í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki verða funnir hósdagin og fríggjadagin.

Mia Thorkildshøj var í 2023 á fyrsta sinni sum vaksin í Kontrast FM finaluni í einmansleiki Í badminton, men komandi leygardag stendur Mia aftur í finaluni fyri aðru ferð. Mótstøðukvinnan er tó tann sama, tí Miriam í Grótinum hevur verið føroyameistari i einmansleiki síðani 2022 og kann sostatt lyfta FM steypið á fimta sinni komandi leygardag.

Spennandi hálvfinalur mánadagin

Finalistarnir í einmansleiki hjá kvinnum blivu funnir mánadagin. 21 ára gamla Mia úr HBF sigraði í trimum settum á tvíburðasystrini Sannu í tí einu hálvfinaluni, meðan 22 ára gamla Miriam úr HBF vann sína hálvfinalu í tveimum settum ímóti 17 ára gomlu Ranju Joensen úr KBF í Klaksvík.

Hóast sín unga aldur gav Ranja verandi føroyameistaranum sterka mótstøðu, har hon førdi 16-10 tí einu løtuna í fyrra settinum, og í seinna settinum yvirlivdi Miriam tveir settbóltar, áðrenn sigurin var í hús 23-21. Sanna hevur verið í finaluni síðstu tvey árini, men í hálvfinaluni mátti hon lúta fyri Miu eftir at hava vunnið fyrsta settið 22-20.

GrandPrix 5 vinnari fer eftir FM heitinum

Í badminton er regluliga grand prix kappingin í einmansleiki skipa sum fimm vikuskiftiskappingar gjøgnum veturin. Mia Thorkildshøj vísti herfyri sína aktuellu styrki við at vinna fimtu og seinastu GrandPrix kappingina og gjørdist harvið nummar tvey í samlaðu GrandPrix kappingini.

Miriam er búsitandi í Keypmannhavn, har hon spælir fast á næstbesta liðnum hjá KBK á Eysturbrúgv í liðkapping. Farna kappingarár bleiv Miriam oftast kosin dagsins leikari á liðnum. KBK hevur júst vunnið sær pláss í badmintonliga, sum er besta deildin í Danmark, tí er tað spennandi hjá Miriam at vera partur av leikarahópinum komandi kappingarár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…