Lýsing
Lýsing
Lýsing

Urbanus á G!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2026 - 11:00 Mentan Tíðindi

Ravtøkniligur tónleikur við heimsins enda



Sást tú sjónbandið, tá ið Urbanus stóð norðuri á Kallinum við vitan og framførdi sín ravtøkniliga tónleik? Heilt óskiljandi vakurt sjónbandalag, sum tú burdi hugt og lurtað eftir.

Leinkjan er her: https://youtu.be/sunBauCJYys?si=gZYMtygr1PHZftvG. Vit fáa hettar á G!, hóast tað verður niðri við sjóvarmálan.

Urbanus hevur í nógv ár verið ein umráðandi partur av føroyska tónleikalívinum, og fleiri munnu minnast hann, sum helvtina av bólkinum The Ghost, ið hann hevði saman við Filipi Mortensen. Síðani tá hevur hann kanska ikki verið so sjónligur, men hevur arbeitt støðugt víðari við ymsum, og er av sonnum ein av okkara fremstu ravtøkniligu tónleikarum – undangongumaður vildi onkur sagt. 

Framførslan á G! verður serstøk, tí tað verður fyrstu ferð at Urbanus fer at framføra eitt DJ sett við egnum tilfari burturav. Tá MÁST tú fara!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…